Drápið gekk væl, og alt grindaøkið, sum politiið hevði gyrt inni, var væl skipað, og hvør maður visti hvat hann skuldi gera.
Hópin av línum við sóknaronglum vórðu lagdar út í sjógvin væl fyri, at grindin gjørdi landgongd.
Tað tók átta minuttir til drápið var liðugt.
Einu 60 bátar vóru við í rakstrinum av teimum gott 60 hvalunum, sum vórðu funnir uttan fyri Mikladal.
Grindin verður skift i dráps- og bátspartar. Seðlarnir koma út klokkan 6 í morginári.
Lítla løtu eftir drápið, varð øll grindin fingin yvir á vestaru kai, har hon verður skorin upp í morginári.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##