Hvannasund: Í skýmingini hóskvøldið legði ein grind beinini í Hvannasundi. Grindin taldi góðar 150 hval.
Vakthavandi á politistøðini við Sandin í Klaksvík sigur, at tað gekk væl við drápinum, sjálvt um ikki so nógvir bátar vóru við.
Seðlarnir komu út klokkan 10 fríggjamorgunin og grindin verður býtt út til øll í Norðoyggjum. Hvussu stórur hvør parturin gjørdist, visti vakthavandi ikki at siga, men hann ivaðist ikki í, at nóg mikið skuldi verið til øll.