Grind - tvøst

Málráð frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum

“Vit fingu grind og spik til døg­urð­a”, siga nógv. Eisini stendur at lesa í tilmæli frá einum stovni, at vaksin fólk í mesta lagi skulu eta grind og spik til døg­urða 1-2 ferðir um mánaðin. – Hetta er ikki røtt orðing, tí orð­ið “grind” merkir “tvøst og spik”. Tískil er rætta orðingin: “Vit fingu grind til døgurða” og “eta grind til døgurða 1-2 ferð­ir um mánaðin”. Eisini ber til at siga “tvøst og spik”. Her kann verða trivið í reglu í yrk­ing eftir Rasmus Effersøe: “Gev mær bara tvøst og spik og seið”.
Orðið “grind” er at finna í nógv­um samansettum orðum. Best kenda orðið man vera “grinda­boð”, ið er tað at boða frá, at grind er funnin. Fyrr var van­ligt at rópa grindaboð. Runn­ið varð millum bygdir við grind­a­boð­um ella kundi verða glað­að. “Hann leyp avstað sum við grind­a­boðum” verður sagt um ein, ið fer stórleypandi av­stað. Sagt kann verða “tað fór sum grinda­boð um alt landið” um eitt­hvørt, ið frættist skjótt, fer sum rótasúpan. Eitt annað orð er grindatrøll; tað verður sagt um ein, ið er prestur ella sýsl­u­mað­ur í tíðarskeiði, tá ið ong­a­r grindir koma. Flogkyktið grinda­lokkur kenna vit øll; navn­ið stavar frá, at fólk áður hild­u, at hann boðaði frá grind.
Grind kann eisini merkja “flokk­ur av grindahvølum”, t.d. ein stór grind legði beinini. Eitt tiltak er: her er roykur og eing­in grind; tað verður sagt, tá ið nógv hóvasták er av ongum.
Har­umframt kann orðið grind merkja “tað at reka og drepa grind”, t.d. ber til at fara í grind ella at koma úr grind. “At rógva sum í grind” verður sagt um at rógva sera hart.
Spik er sum kunnugt lag­ið av fiti, ið er undir húð ella hvølju á t.d. hvali og kópi. Spikið verður alt etið – uttan kúlu­spikið. Hart og seigt spik, t. d. av rust á grindahvali, verður nevnt sigg.