Grindaboð: Liggja við grind eystanfyri Suðuroy

Fyri eini løtu síðani varð ein grind funnin ein fjórðing eystur úr Flesini, nakað norðanfyri Hvannahaga í Suðuroy

 

Sýslumaðurin sigur, at tað var ein bátur, ið var farin at eftir nátungum, sum fann grindina. Nakrir bátar eru komnir til grindina afturat. Hon gekk suðureftir ímóti Hvannhaga, men hon kavaði, og nú verður roynt at finna hana aftur.  Men vit fylgja við, hvussu leikur fer.