Ein grind er í løtuni uttan fyri Hósvík. Talan er um stóra grind, sum væntandi leggur beinini í Hvalvík um eina løtu Fleiri staðni hava fólk boðað frá grind í morgun. Men einasta veruliga grind, vit á Portalinum hava hoyrt um, er grindin, sum í løtuni er á veg norður gjøgum Sundalagið.
Í Vestmannasundi varð eisini boðað frá grind í morgun, men har var talan um mastrahval. Eisini er havlur sæddur í Nólsoyarfirði, men har var talan um springarar.
Men úr Sundalagnum frætta vit, at grindin beint nú er út fyri Hósvík á veg til Hvalvíkar. Vit frætta, at talan er um stóra grind.