Grindaboð: Grindin er á veg á Sandavág

Sýslumaðurin lýsir grindaøki ein fjórðing kring grindina

Grindin, sum í morgun varð funnin út fyri Bøsdalafoss í Vágum, er nú á veg á Sandavág.

Kári Thorsteinsson, sýslumaður, sigur, at ætlanin er at halda grindini til í Sandavági. Grindin gongur við nógvar ferð eystureftir, sigur hann, og springarar eru uppí.

Spurdur um ætlanin er at fáa springararnar burturúr sigur hann, at tað verður roynt at fáa teir úr bólkinum, men eydnast tað ikki, so fylgja teir bara við grindina, tá hon verður hildin til.

Grindaøki er lýsti í ein fjórðing kring grindina, galdandi á sjónum.