Russar hava dripið fýra fólk í Kharkiv

Guvernørurin í regiónini, Oleh Synegubov, sigur, at russar lupu á við rakettum

Oleh Synegubov, guvernørur í Kharkiv

Russar hava aftur lopið á Ukraina.

 

Hesaferð er tað Kharkiv-regiónin har eysturi í Ukraina, sum hevur staðið fyri skotum.

 

Ukrainska Kharkiv-regiónin hevur mark til Russlands.

 

Guvernørurin í regiónini, Oleh Synegubov, sigur, at russar lupu á við rakettum.

 

Lopið varð á býin, Merefa.

 

- Fýra fólk lótu lív, og 16 eru særd, sigur guvernørurin, Oleh Synegubov.

 

Oleh Synegubov, guvernørur í Kharkiv