Beint eftir klokkan níggju í gjáramorgunin vóru grindaboð í Nólsoyarfirði. Ein grind var sædd svimja stillisliga norður gjøgnum fjørðin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Men grindin varð kortini ikki hildin til, og tað var hon ikki, tí at sýslumaðurin í samráð við grindaformann hevði gjørt av, at grindin skuldi ikki haldast til, tí nóg mikið er av grind í økinum.










