Tað var uttan iva grindadrápið, sum kveikti hópdrápsmannin, Anders Erik Breivik. Tað heldur Paul Watson, tiltikni oddamaðurin í illa umstrídda felagsskapinum, Sea Shepherd.
Á sumri í 2011, stutt eftir sorgarleikin á Utøya, har Anders Behring Breivik drap frá hond, skrivaði Paul Watson á Facebook: - Anders var uttan iva kveiktur av slátrinum í Føroyum.
Tað var Ekstra Blaðið, sum fangaði viðmerkingina hjá Paul Watson og blaðið spurdi hann beint aftan á, hvat hann meinti við. - Eg eri skuldsettur fyri at fíggja yvirgangsatsóknina hjá Breivik og tað haldi eg, er órímiligt. Tí skrivaði eg soleiðis á Facebook, segði hann við Ekstra Blaðið tá.
Hann sigur, at tað er ein sannroynd, at hópdrápsmenn fara illa við djórum, tá ið teir eru børn og tað er ógvuliga sannlíkt, at tað gjørdi Breivik eisini. - Mín boðskapur er, at góðtekur tú, at djór verða illa viðfarin, ert tú við til at leggja nakrar rammur, ið tey skeivu fólkini, eitt nú Anders Behring Breivik, verða kveikt av, sigur Paul Watson.
Áðrenn samrøðan við Ekstra Blaðið endar, leggur Paul Watson dent á, at hann kann undir ongum umstøðum góðtaka hópdrápini hjá Anders Behring Breivik.
|