Leygardagin møttu eini 20 30 mans til fundar í Vági í VB-húsinum, har boðað var til grindafund. Í framtíðini eiga óviðkomandi at halda seg burtur, innan grindin hevur gjørt landgongd, var m.a. upplýst.
Tað vóru grindaformenn og sýslumaður, ið boðaðu til fundar. Á skránni var kunnan um tær broytingar, ið eru í grindalógini, og tær, ið eru væntandi.
Jaspur Vang, sýslumaður, greiddi frá.
Hann minti á, at nú fokus er á grindadráp, er umráðandi at gera skjótt av, og at fara hóvliga fram.
Syslumaðurin kom inn á, at lagt er upp til, at hvør hvalvág skipar seg, og vísti til, at grindaformenni Vági og sýslumaðurin, hava orðað eina reglugerð fyri Vág sum hvalvág. Eisini kom hann inn á væntaðar broytingar í lógini, sum hava við eittnú kúlukrók og mønustingara at gera.
Hans í Líðini, Hans Joensen, grindaformaður, greiddi síðani nærri frá teimum punktum, sum fest eru í reglugerðina fyri Vág, og menn fingu høvi at gera viðmerkingar. Hetta er í stóran mun ein reglugerð, ið fevnir um tað praktiska í samband við rakstur og dráp. Eittnúi viðvíkjandi skjóttgangandi bátum og vatnskootarum. Hesir eru hentir í rakstrinum, men eiga at halda seg burtur, tá drápið er. Hetta var semja um.
Og sera týdningarmikið er, at fólk halda seg burtur frá, til hvalirnir hava gjørt landgongd, tí royndir aðrastaðni vísa, at lættari er at reka hval á land, um fólk ikki standa í rúgvuvís á landi.
Umrøtt var eisini, at tá mønustingarin væntandi verður tikin alment í nýtslu, so kann væntast, at høvi verður at fara á skeið at læra seg at nýta hann. Grindaformenn kunnu so heita á menn, ið hava hendan førleika, um at taka sær av hesum.