Grindamenn hittast í Havn

Í morgin stevna grindamenn úr øllum landinum til Havnar á fund. Tað er Grindamannafelagið, sum hevur aðalfund í Norðurlandahúsinum í Havn í morgin, leygardagin, klokkan 13.

Tað eru einir 700 limir í Grindamannafelagnum, men Ólavur Sjúrðaberg í Grindamannafelagnum, sigur, at øll eru vælkomin á fundin.

Á skránni er tað vanliga, sum hoyrir til ein aðalfund.

Men eftir aðalfundin verður ein áhugaverdur fyrilestur, tá ið Rolf Guttesen, sum er tilknýttur lektor í søguligari geografi á Fróðskaparsetrinum, fer at halda fyrilestur sum lívsgrundarlagið í gamla bóndasamfelagnum ella við øðrum orðum: Hvørjum livdu føroyingar av í gomlu døgum.

Spurningurin er so um hann kemur til somu niðurstøðu, sum vit hava hoyrt onkuntíð um at grindin hevur havt so stóran týdning fyri okkum upp ígjøgnum tíðirnar, at var ongin grind til, var heldur ongin føroyingur til,