Hans í Líðini Joensen, grindaformaður úr Vági váttar fyri in.fo, at grindin, sum hevur ligið útfyri Hvalba er sloppin.
- Ætt og umstøður vóru ikki til vildar, og fyri løtu síðani kom sýslumaðurin eisini her og avblásti alt, sigur Hans í Líðini.
- Men avbyrging av økinum við sandin, og tað sum har til hoyrir, riggaði ómetaliga væl, leggur Hans í Líðini dent á.
Og tað var ikki av ongum, at slíkt var gjørt, tí bilrøð stóð allan vegin úr Hvalba, í gjøgnum tunnilin, og langa leið útaftur tvøramegin.
Og sálvsagt eru mongu fólkini, bátarnir og bilarnir frá Sea Shepherd at taka hædd fyri, og sum skilst, so vóru tey ávegis til Hvalbiar. Onkur bilur frá Sea Shepherd sigst hava yvirhálað longu bilrøðina við tunnilin, men har steðgaðu fólk teimum.