Fyri løtu síðan fekk løgreglan fráboðan um, at fólk høvdu borið eyga við tvær grindir í Sundalagnum.
- Vit fingu boð um, at ein grind var stødd uttanfyri Morskranes og ein var stødd út fyri Kollafjørð, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Men meðan grindin, ið varð sædd út fyri Kollafjørð nú verður rikin inn, so er óvist hvat hendi við hinari grindini.
- Ein bátur hevur verið út fyri Morskranesi, men har var einki at síggja, so vit ganga bara út frá, at øll grindin er farin inn á Kollafjørð, sigur Finnbogi Midjord, ið eisini upplýsir, at grindin er um at gera landgongd.
Mett verður, at grindin er 20-30 hval.