Øll kunnu hjálpa, tí sum er kemur hjálpin frá brekaðum, arbeiðsleysum, lesandi, arbeiðsfólkum, stjórum, skúlaflokkum, samkomum og fyritøkum. Arkið, ið verður sent í húsini, hevur eitt girokort niðast, so møguleiki er at geva eina gávu einaferð til arbeiði hjá Føroysku Filippinsku Tænastuni (FFT) ella at tekna seg sum sponsor hjá einum barni fyri 120 kr. um mánaðin.
Fjølbroyttir hjálparmøguleikar
Um ein teknar seg sum sponsor hjá einum barni fær ein upplýsingar um barnið og familjuna og mynd av barninum. Ein kann skriva saman við barninum og familjuni og senda teimum eyka gávur av og á ella regluliga. Føroysk Filippinsk Tænasta kann nærum skræddaraseyma eitt hjálpartiltak eftir tínum ynski um at hjálpa fólkum í ávísari støðu. Til ber eisini at stuðla einkjum, familjum, trúboðarum, samkomum og øðrum neyðstøddum.
Síðani Føroysk Filippinsk Tænasta byrjaði sítt hjálpararbeiði eru fleiri skúlar byrjaðir á Filippinunum. Hjálp er eisini veitt til skúlabygging bæði frá privatum gevarum og frá tí almenna. Møguliga verður ein nýggjur grundskúli tikin í brúk til komandi skúlaár vegna hjálp frá FFT. Í løtuni stuðlar FFT 8 skúlum beinleiðis og børnum í øðrum skúlum afturat.
Sjúkrakassi íroknaður
Umframt at hjálpa við skúlagongd hjá fátæka barninum fær tað eisini lut í sjúkrakassanum hjá FFT á Filippinunum. Foreldur ella verjar, sum ikki hava ráð at gjalda fyri skúlagongd, hava ei heldur møguleika at gjalda læknaviðgerð og sjúkrahúsinnlegging hjá teirra sjúku børnum.
Úrslitið verður ofta at foreldrini bíða longst møguligt við viðgerð, til tað viðhvørt er ov seint. Summi taka lán, sum tey ikki eru før fyri at gjalda aftur fyrr enn fleiri ár seinni. Við sjúkrakassahjálpini fáa børnini læknaviðgerð beinan vegin og viðgerð og heilivágur eru ókeypis.
Børnini fáa hjálp við t.d. malaria, landfarsótt, lungnapípubruna, tuberklum, forkølilsi, astma, meslingum, snultigest í innvølunum, tannlæknaviðgerð o.a.
Skúlatilfar og klæðir
Sponsorhjálpin fer mest til skúlagjald, skúlatilfar sum bøkur, heftir, blýantar o.s.fr., men eisini til klæðir. Summi børn hava ikki fingið nýggjar skógvar nakrantíð og onnur hava ongantíð verið í býnum saman við mammuni at velja ein kjóla. Klæðini eru til skúlabrúk. Summir sponsorar geva eisini jóla og føðingardagsgávur, og tað verður ofta til mat ella nýggj klæðir, sum børnini tørva.
Regluligar eyka gávur
Møguleiki er at geva regluligar eyka gávur til sponsorbarnið. Fleiri sponsorar brúka henda møguleika at geva t.d. 80 kr. eyka mánaðarliga. Einki fer til fyrisiting hjá FFT av eyka mánaðarligu gávuni, og av sponsorgjaldinum uppá 120 kr. eru bert 10 kr. til fyrisiting.
Ein leiðari ella lærari keypir saman við barninum ella familjuni okkurt nyttuligt til tey fyra eyka gávuna. Hetta er fyri at tryggja at peningurin ikki verður brúktur til peningaspæl ella drukk.
Um áhugi og møguleiki er til tess hjá sponsorinum, kann hon ella hann hjálpa familjuni hjá barninum at gerast sjálvstøðug fíggjarliga. Tað ber nevniliga til at geva gávur til sjálvstøðugt arbeiði av ymsum slag. Ein kann hjálpa familjuni at byrja keyp og sølu av grønmeti, kjøti og øðrum ella svínaaling og høsna og dunnualing, fyri bert at nevna nøkur dømi.
Kristið virksemi Kristnar samkomur á Filippinunum eiga samstarvsskúlarnir. Børnini, sum fáa hjálp, eru frá mongum ymsum trúarfelagsskapum. Tey flestu eru katolikkar, nøkur eru protestantar og onnur koma frá heimum har foreldrini eru m.a. buddistar, Iglecia ni Cristo - ein serstøk filippinsk sekt, ella frá minnilutaættarbólkum, sum trúgva uppá andar í náttúruni.
Dømir eru um at foreldrini eru vorðin trúgvandi eftir at børn teirra hava fingið ein sponsor, tí tey síggja kærleika Jesusar í verki. Talið av børnum í sunnudagsskúlunum er eisini vaksið, har Føroysk Filippinsk Tænasta virkar. Men tað er eingin treyt um hjálp, at familjur og børn skulu ganga í samkomurnar. Áhugin er vaktur av forvitni um hvat annað samkomurnar umboða.
Tín avgerðandi ávirkan
Eingin gerst ríkur, fær feita løn ella annað líknandi við at tú gerst sponsor! Tú hevur eitt stórt virði, sum sponsor hjá einum barni, og kann gleðast við familjuni um at tú ger so stóran og góðan mun í gerandisdegnum hjá sera fátøkum fólkum og børnum teirra.
Tey fara at elska teg, og tú hevur eisini møguleika at kenna tey enn betur við brævaskifti. Tey gloyma teg aldri, tí tú bøtir um liviumstøðurnar hjá familjuni og gevur útbúgving til barn teirra. Tú ávirkar framtíðarmøguleikar teirra til tað betra við at tekna teg sum sponsor hjá einum barni.
Ynskir tú fleiri upplýsingar um Føroysku Filippinsku Tænastuna práta so við Agnar Reinert á telefon 12424 ella send e-post til: [email protected].