Á samvirkna føroyakortinum hjá Umhvørvisstovuni eru ymiskar byggisamtyktir lagdar út, m.a. fyri Tórshavn. Ljósagrønu økini sýna samtykt frílendi, men hugsast kann at fleiri onnur øki eisini gerast frílendi.

Grøn, blá og siðsøgulig øki eiga at verjast framyvir

Á samvirkna føroyakortinum hjá Umhvørvisstovuni eru ymiskar byggisamtyktir lagdar út, m.a. fyri Tórshavn. Ljósagrønu økini sýna samtykt frílendi, men hugsast kann at fleiri onnur øki eisini gerast frílendi.

Nógv kjak hev­ur seinastu tíð­ina verið um stað­set­ing­ina av nýggj­ari Argja kirkju við Sandá. Un­d­i­r­sk­r­ifta­inn­savning hev­ur verið at mót­mæla byggingini. Mótm­ælis­bólk­ur er á Face­book við heit­i­num “Varð­veitið frí­økið við Sandá”. Áhugafelagið “Nátt­úru­fylkingin - Sandá at frama” er stovn­að. Felagsskapurin “Havn­ar hugni” hev­ur mótmælt bygg­ing­ini. O.s.fr.

Hetta minnir nógv um kjak­ið, ið áður hevur verið um hvat niðaru Hoydalar skulu brúkast til. Undir yv­ir­skrif­t­ini “Hoydalar – sjálvandi fríøki alt sum tað er” skriv­aði eg í 2017 hesi orð - send Ment­a­mál­a­ráð­num og Sosi­ali­num:

“Um nøkur ár verð­ur einki stud­ent­a­skúla­virk­semi longur í Hoydølum. Tí verð­ur spurt hvat økið skal nýt­ast til framyvir.

Talan er um eitt tað virð­is­mesta økið í øllum landi­num, og sum vera man er stórt trýst at sleppa at nýta hetta økið til eitthvørt vinn­u­ligt ella alment virksemi. Tó, í síðsta enda vil hetta øk­ið hava allarstørst virði, um tað ikki verður fylt við arbeiðsplássum. Jú minni ar­beiði, tess betri rúm fyri frí­tíð­ar­a­k­tivitetum og nat­úr­u­pp­liv­ing­um. Økið liggur mitt millum Tórshavn og Hoyvík, so tíggju­túsundtals fólk vilja fáa ágóðan av hesum øki.

Mín áheitan á havnarfólk skal tí vera: verið djørv og lat­ið ikki Hoydalar – hvørki Ovaru, Mið- ella Niðaru Hoy­dal­ar (mis)nýtast til ar­beiðs­pláss. Tað er tørvur á hesum stóra, relativt ó­brotna, fríøkinum millum Føroya størsta og skjótt næst­størsta bústaðaøki. Og hesi bústaðaøki hava upp­i­borið tann mikla ”posi­tiva eksternalitetin”, ið eitt slíkt fríøki vil viðføra. Hetta skapar í síðsta enda nógv størri ágóða fyri bú­stað­a­økini enn onkur hiss­ini arbeiðspláss. Ar­beiðs­pláss­ini kunnu lættliga leggjast onkra aðrastaðni, men Hoy­dal­ar er eitt eindømi.

Latið ikki peningaligan løtu­vinning tøla, men hugs­ið um tey komandi 20, 50, 100 árini.”

Mín hugburður til at byggja við Sandá fylgir júst somu linju. Heldur enn at byggja á fríøkinum við Sandá, eigur sum minst - helst einki - at verða bygt á hes­um øki. Grundgevingin er júst tann sama, ið eg føri fram viðvíkjandi Hoydølum í 2017. Eg kundi skrivað sama bræv sum tá og skift “Hoy­dal­ar” út við “Sandá”.

Tó skrivi eg her eina mun­andi longri tíðargrein fyri at und­ir­byggja hesi sjónarmið, tí við fatan Descartes lýsa vit ikki heimin vit síggja, men síggja tann heim, vit kunnu lýsa. Við øðrum orð­um síggja vit ikki til fulnar teir møguleikar, ið eru í grøn­um økjum sum Sandá og Hoy­døl­um, fyrr enn vit hava hug­tøkini til at lýsa hes­ar møguleikar.

Blá og grøn øki

Samfelagið broytist, og hetta kann lýsast við nógvum ym­isk­um hugtøkspørum, ið seta orð á gongd­ina. Mod­ern­aða sam­felagið verð­ur sein­mod­er­n­að. Fram­leiðslu­sam­fel­agið verður  eitt tænastusamfelag. Mat­e­r­i­al­ist­iska samfelagið verð­ur post­mat­er­i­al­istiskt. Ynsk­ið um vøkstur verður av­loyst av einum ynski um javn­vág - bæði kropsliga, sál­ar­liga og umhvørvisliga. Ikki er nøktandi bert at hugsa um samfelagið í dag, men hugs­ast skal eisini um hvussu samfelagið skal menn­ast komandi 20, 50, 100 árini. Vit vita ikki hvussu sam­felagið fer at broyt­ast og hvørjir tørvir verða í fram­tíðini, men vit vita, at sam­fel­ags­broyt­ing­ar henda alsamt skjótari og at um­hvørv­is­vernd er nakað, ið fer at vinda alsamt meiri upp á seg. Vit eru framvegis bert í byrj­anini av “grøna rák­i­num”, ið við tíðini kann hugs­ast at gerast ein “grøn koll­velting”. Livst so spyrst.

Í øllum hesum broytast krøv­ini eisini til hvussu sam­fel­agið skal innrættast. Minni pláss (rúm) eigur at set­ast av til framleiðslu, með­an meiri pláss eigur at set­ast av til tænastur. Men har­um­framt er tørvurin vaks­andi á rekreativum økj­um av ymiskum slagi - við bæði ítróttarligum, ment­an­ar­lig­um og natúrligum møgu­leik­um. Í øllum hesum fáa grønu og bláu økini ein vaksandi týdning.

Grøn øki verða definerað sera ymiskt - frá landi til land; frá býi til bý - men sum heild skulu tey skiljast sum størri samanhangandi øki inni í ella upp at býarøkjum, ið eru lætt atkomulig hjá al­menn­ing­i­num. Sostatt eru hagi beint oman­fyri og fjøra beint niðanfyri bý­ar­øki eisini at meta sum grøn øki, tó at fjøruøki ofta verða um­tal­að sum blá øki. Blá øki kunnu eisini vera øki við stór­ar áir og vøtn, t.d. Tofta­vatns­øk­i­ð við Runavík. Í Før­oy­um eru grøn og blá øki ofta samanfallandi.

Havnin er sett saman av trim­um “bygdum”, og mill­um hes­ar bygdir eru eis­ini týð­andi grønir kílar: Mill­um Argir og Tórshavn er Sand­á­økið, ið lutvíst er lagt til grønt fríøki (til AB-vøll­in), men í framtíðini kann strekkj­ast heilt niðan til Norð­asta Horn og víðari nið­an í Havn­ar­dal. Millum Tórshavn og Hoyvík eru Hoy­dal­ar, ið harumframt er víðkað við fjøruøkinum frá Boð­a­nesi suður til Skans­an, tó at eitt petti er lagt til vinn­uøki. Tórshavn hev­ur sostatt tvær týðandi nat­úr­gáv­ur, ið eiga at verða varðveittar sum reyðagull. Megn­ar Tórshavn at varð­veita hesar grønu kílar, sam­stund­is sum eitt grønt belti verð­ur lagt rundan um ver­andi býarøki, fara borgarar í bý­num at hava serstakliga góð­ar natúrtænastur, ið onn­ur fara at misunna teim­um.

Umvent síggja vit í Klaks­vík, at fyrrverandi grøni kíl­in mill­um Borðarvík og Vágna nú nærum er fult bygd­ur, og at ætlanir eisini eru at byggja á seinastu grønu økini. Tá verða sera fá og smá grøn øki inni í býn­um, tó at stór grøn/blá øki sjálvandi eru við Borð­oy­ar­vík. Í baksýni er - eftir mín­um tykki - sera spell, at klaks­víkingar ikki valdu at varð­veita grøna kílan mill­um eystur- og vesturbýin.

Natúran er virðismikil í sær sjálvari

Tað er í hesum samanhangi, at mót­mælið ímóti stað­set­ing­ini av nýggjari kirkju við Sandá skal síggjast. Seinast í 20. øld hevði tað helst verið ein sjálv­søgd staðseting, men tíð­ir­nar eru broyttar nógv sein­astu áratíggini. Pop­u­lert sagt eru fólk sum heild vorðin meiri “grøn” og leggja sostatt størri virði í grøn og blá øki.

Hóast tað kanska hevði ver­ið rætt at staðsett nýggju Argja kirkju við Sandá í 90’u­num, er tað ikki soleiðis í dag. Í dag er fólka­krav um at varð­veita sam­an­hang­andi grøn og blá øki. Sand­á er bert eitt dømi um hetta, Hoydalar eitt annað. Kring landið gerast íbúgvar og kommunur alsamt meiri var­ug við at grøn og blá øki - og samanfellandi grøn/blá øki - eru av framúr virði fyri lokalsamfelagið og í veru­leik­a­num eru ein nógv størri atdráttarmegi fyri væl­løntar skattaborgarar enn ídn­aðarøki eru.

Í ídnaðarsamfelagnum fluttu fólk í hópatali til ídn­að­ar­økini - og bygdu gjarna hús síni upp at ídn­að­ar­økjunum. Í dag mót­mæla fólk, um ídnaður verð­ur bygdur upp at teirra bú­støð­um, tí hetta er við til at gera bústaðaøkið minni att­rakt­ivt. Samstundis eru bú­staðir, ið liggja upp at nat­úr­vøkrum grønum og bláum økj­um vorðnir serstakliga virð­is­miklir - serliga um teir har­um­framt hava gott út­sýni og góðan sólargang.

Natúran hevur heilt ein­falt eitt risastórt virði fyri okk­um menniskju. Hug­burð­ur­in “naturen det billige skidt” hoyr­ir heilt einfalt ikki heima nú á døgum, men er ein leivd frá miðskeiðis í 20. øld, tá materialistiska ídn­að­ar­sam­fel­ag­ið var í hæddini. Nat­úr­an er ikki bert eitt til­feingi, ið vit skulu gagn­nýta. Natúran er ein tæn­ast­u­veitari­, ið vit mugu varð­veita á burðardyggan hátt.

Tíðin rennur frá ídnaðargerð

Í dag eru framvegis sterk á­hug­a­mál, ið ynskja eina fram­hald­andi ídn­að­ar­menn­ing av Føroyum. Vit eru so­statt “sporbundin” at ein­ari menning, ið ann­ars er væl á veg at verða søga. Samfeløg kring okkum eru vorðin av­ídn­að­ar­gjørd seinastu árini, og hava í staðin flutt seg yvir í tænastu- og vitan­ar­vinn­ur - eisini fyri at tálma dálkingini. Hetta hava vit eisini lutvíst gjørt í Før­oy­um, men tíverri eru sterk­ar kreftir, ið ynskja at fasthalda Føroyar sum eitt vøru­fram­leiðslu- og vøru­flutn­ings­land.

Hetta er tó ikki uttan avleiðingar!

Framleiðsla og flutn­ing­ur hava tann stóra trup­ul­leika, at tær eru sera dálkandi og plásskrevjandi vinn­u­greinar. Sjálva dálk­ing­ina - her­­undir útlátið - ætli eg at við­gera í aðrari grein, men pláss­kravið vil eg umtala her.

Einhvør búskaparligur ak­­tivitetur - heilt uttan und­an­tak - krevur pláss (rúm). Tvs. at einhvør fram­leiðsla hevur “rúm­lig­ar avleiðingar”. Tó er sera ymiskt hvussu pláss­krev­j­andi ymiskt vinnulív er. Nógv vitanar- og tæn­ast­u­størv krevja lítið pláss í mun til úrtøkuna, meðan til­feing­­is­vinnur k­revja sera nógv pláss í mun til úr­tøk­una. Vøruframleiðsla og vør­u­flutningur krevja eisini rætt­iliga nógv pláss í mun til úr­tøkuna. Harvið ikki sagt, at vit ikki skulu hava slíkar vinn­ur, men vit eiga at velja hes­ar vinnur við umhugsni. Vit kunnu ikki bara í blind­um brúka pláss til slíkt vinn­u­lív, tá vit vita at pláss er eitt sera avmarkað til­feingi í Føroyum, serliga í bý­ar­økjum.

Neyðugt er at vera spar­in við plássi, soleiðis at sam­felagið kann rúma nógv­um og fjølbroyttum virk­semi. Tað gongur ikki at á­vís­ar vinnugreinar yv­ir­trumfa restina av lok­al­sam­felagnum viðvíkjandi rúm­nýtslu.

Negativir eks­tern­al­i­tetir eru ein stórur trup­ul­leiki

Tá fysiska samfelagið verð­ur útbygt við bygningum, in­fra­kervi og øðrum, er neyð­ugt at hugsa seg væl um, hvussu alt verður stað­sett. Fysiska samfelagið er ikki lætt at flyta - tað er kostn­að­ar­mikið at ríva nakað nið­ur, ið longu er bygt. Tí er ver­andi bygging ikki bert ein forð­ing fyri framtíðar bygg­ing - hon treytar eisini fram­tíð­ar bygging. Lætt er at verða “sporbundin” av nøkr­um avgerðum, ið vóru ov stutt­hugs­aðar og upp á langt sikt tí gjørdust ein ampi. Nógv dømi eru um hetta, ikki minst í Havn.

Hinvegin ber til at staðseta funktiónir soleiðis, at tær gagna hvørjum øðr­um. Talan er tá um “posi­ti­v­ar eksternalitetir”. T.d. kann ein matvøruhandil ella ein barn­a­garður vera sera gagn­lig­ur fyri eitt bústaðaøki og gera hetta økið meiri att­rak­tivt hjá familjum at flyta til. Tað sama kann sigast um ítrótt­ar­øki, spælipláss og grøn øki, ið smitta positivt av á kring­liggj­andi bústaðaøki. Stóru grønu økini við Sandá og í Hoy­døl­um eru gull verd fyri teir bú­staðir, ið liggja upp at hesum økjum ella nær við.

“Negativir eks­tern­a­l­i­tet­ir” eru hinvegin funk­ti­ón­ir, ið beinleiðis eru til ampa fyri lokaløkið. Um t. d. eitt dálkandi virki verður bygt beint við eitt bú­stað­aøki, er hetta við til at gera bústaðirnar minni á­hug­averdir. Negativi eks­tern­al­i­teturin kann hava nógv­ar orsøkir: ljóðdálking, ljós­dálk­ing, luftdálking, vatn­dálk­ing, tung ferðsla ella heilt einfalt, at tað tekur ella skemm­ar útsýnið. Tí skal man vera varin við at stað­seta dálkandi virksemi hvar sum helst. Neyðugt er at javn­viga áhugamálini í lok­al­samfelagnum, so­leið­is at fysiska sam­fel­ags­menn­ing­in verður burð­ar­dygg.

Eitt dømi um ein neg­a­tiv­an eksternalitet er út­bygg­ingin av bingjuhavnini fram við Skans­an og norður um. Tað tyk­ist sum Skansin í dag verð­ur sæddur sum ein forð­ing heldur enn sum tað aktiv, hann av røtt­um átti at verið. Varð rætt atborið, fekk Skansin eitt rund­an­um­hvørvi, ið setti hann í best møguligan samanhang við bæði sjógvin og tey øki, ið liggja upp at.

Herleif Hammer, stjóri í Tjóð­savn­inum, segði í Bredda 27. oktober í fjør, at “Tjóð­savnið heldur, at tíð­in er farin frá at leggja stórídnað framman fyri forn­minni, og har fólk býr.” Tað má vera tað minsta. Am­bi­tiónin má vera at gagn­nýta fornminni aktivt sum partur av býarmyndini, soleiðis at søgan verður lætt at­komulig hjá bæði borg­ar­um og ferðafólki. Skansin hev­ur sanniliga potentiali at ger­ast eitt spenndi grønt, blátt og søguligt øki.

Kjakið um Sandá køv­ir kjakið um Skansan

Hóast tað er væl skiljandi, at fólk mótmæla bygging á grøna økinum við Sandá, kann tykjast at hett­a mótmælið køvir nógv meiri umráðandi mál­ið um ídnaðarøkið framm­an­fyri Skansan. Helst er tað tilvildarligt, men í verki kann kjakið um Sandá brúkast sum eitt skálk­a­skjól fyri at skrum­bla bingjuhavnina í­gjøgnum uttan stórvegis upp­merk­semi. Kanska er tað tilætlað, kanska ikki, men neyðugt er í hvussu er, at bingjuhavnin fær sama uppmerksemi og somu viðgerð sum ætlaða kirkj­an við Sandá.

At gera inntriv í grøna øk­ið við Sandá vildi verið sera harmiligt, men at gera eina bingjuhavn framm­an­fyri Skansan vildi ver­ið einki minni enn ein vanlukka. Eg vildi enntá kall­að tað ein søguligan sorg­ar­leik, ið vekir minnir um, tá ætlanir á sinni vóru um at modernisera gomlu Havn­ina við betongkassum og aut­o­stradum. Í dag fegn­ast vit um, at hetta ikki hendi, men vit mugu ásanna at sterk áhugamál til allar tíð­ir eru til reiðar at trumla nið­ur siðsøguperlur og nat­úr­perl­ur kring alt landið.

Søgulig monument sum Skans­in, Kirkjubømúrurin og Ting­a­nes eru sjálvandi í ser­støðu. Skansin má ikki fjal­ast í einum ídnaðarøki, men má koma til heiðurs og æru í einum øki, ið setir hann í ein natúrligan, søgu­lig­an og siðsøguligan sam­an­hang. Tástaðni hava vit gjørt Skansan til tað aktiv, hann hevur uppiborið at vera.

Í grundini eru nevndu málini ikki støk mál, men heldur dømi um eitt yv­ir­skip­að rák: stuttskygd peng­a­virði viga meiri enn lang­skygd virði. Um­ráð­andi er ti at skapa eina hug­burðs­broyt­ing, ið varpar ljós á tað risa­stóra virði, ið liggur í grøn­um økjum, bláum økj­um og siðsøguligum økj­um. Hetta eru virði, vit ikki kunnu keypa okkum til, men sum vit einans kunnu varð­veita okkum til.

Eg vil enda hesa tíð­ar­grein við einari lættari um­skri­ving av orðunum hjá kin­es­iska filosoffinum Lao Tzu: “Nat­úran hevur ikki skund, men hóast hetta nær hon alt.” Tíðarinnar menn­iskju hava tørv á sambandi við natúruna, tí hetta sam­band fær okkum í betri javn­vág - bæði við okkum sjálvi og umhvørvið.

Sámal Matras Kristiansen,

Samfelagsfrøðingur við sergrein í býarætlan

Á samvirkna føroyakortinum hjá Umhvørvisstovuni eru ymiskar byggisamtyktir lagdar út, m.a. fyri Tórshavn. Ljósagrønu økini sýna samtykt frílendi, men hugsast kann at fleiri onnur øki eisini gerast frílendi.