Grønlendska hondbóltssambandið er í tungum sjógvi fíggjarliga.
Sambært grønlendska kringvarpinum, KNR er fíggjarliga støðan so vánalig, at grønlendska hondbóltssambandið má skerja landsliðsvirksemið munandi.
Grønlendska U18 kvinnulandsliðið skal taka lut í HM-endaspælinum í Kina í august, men eftir tað verður talan um eitt ógvuliga skert landsliðsvirksemið.
Grønlendska hondbóltssambandið hevur valt at droppa allar landsliðssamlingar komandi árið, ið er ein stórur vansi fyri landsliðsvenjararnar og fyri landsliðini.
Orsøkin til stóra hallið hjá grønlendska hondbóltssambandinum er luttøkan hjá kvinnulandsliðnum í HM-endaspælinum í 2023, umframt undankappingin til HM-endaspælið.
Fíggjarliga støðan hevur ført við sær, at grønlendingar hava givið avboð til HM-undankappingina hjá U18 manslandsliðum í Norður- og miðamerika.
Grønlendska hondbóltssambandið hevur valt at priortera HM-undankappingina hjá kvinnulandsliðnum í 2025.
Formaðurin í grønlendska hondbóltssambandinum, Carsten Olsen sigur í samrøðu við grønlendska kringvarpið, at tær 850.000 krónurnar tey fáa í studningi frá grønlendska landstinginum røkka alt ov stutt, og hann eftirlýsir ein størri politiskan vilja til at stuðla landsliðsvirkseminum hjá grønlendska hondbóltssambandinum.