Grønlendski fiskimálaráðharrin vitjaði Bárð á Steig Nielsen

Høvuðsendamálið við vitjanini var undirritanin av nýggja karmsáttmálanum um fiskiveiðisamstarv millum Føroyar og Grønland

Uttanríkis og fiskimálaráðið skrivar, at ein týðandi dagføring av karminum um eitt samstarv, sum hevur eina langa søgu og stóran týdning fyri bæði londini.

 

Umframt fund í Tinganesi var grønlendska sendinevndin á vitjan hjá Havsbrún í Fuglafirði, har grønlendsk uppsjóvarskip javnan landa sín veiðu, og hjá JFK og á Kósini í Klaksvík, har tey fingu innlit í føroyska fiskivinnu og virking.

 

Fríggjamorgunin gekk leiðin við tyrluni til hagan í Dølum, har Peter Borg – sum umframt fiskivinnu eisini hevur ábyrgd av landbúnaði – og Bárður á Steig Nielsen settu eplir niður saman.

 

Vitjanin staðfesti tað góða og tætta samstarvið millum Føroyar og Grønland, og nýggi karmsáttmálin gevur eitt gott grundarlag undir at menna samstarvið komandi árini

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##