Sambært Kringvarpinum fevnir verkætlanin um sjey tangar, sum hvør eru 20,5 metrar høgir og umleið 20 metrar í tvørmáti. Samanlagt rúma tangarnir 20.000 rúmmetrum.
Tangarnir skulu nýtast til goymslu av gassolju, diesel, bensini og jetbrennievni. Umframt tangarnar skulu byggjast tangagarðar, pumpuhús, ventilhús, og økið skal eisini útgerast við skipan til brandsløkking.
Verkætlanin hevur fingið umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni. Enn manglar tó góðkenning frá Bruna- og Arbeiðseftirlitinum av brunaætlanini fyri økið, upplýsir Runavíkar kommuna.
Kringvarpið skrivar, at umsóknin frá Effo hevur verið til viðgerðar í fleiri faknevndum hjá kommununi, og hóskvøldið samtykti Runavíkar Býráð at geva byggiloyvi.
Herfyri boðaði Effo frá, at felagið hevur undirskrivað sáttmála við Articon og Mest um at byggja orkugoymsluna. Sambært felagnum er talan um størstu íløgu í søgu Effo.
Arbeiðið er ætlað at byrja í august, og ætlanin er, at nýggja orkugoymslan verður tikin í brúk við árslok í 2027.










