- Jú, tað er rætt, at ávísur kritikkur hevur verið móti Búnaðargrunninum. Vit hava viðgjørt kritikkin, men vit halda ikki, at vit gera nakað skeivt, sigur Sjúrður Knudsen.
Stjórin fyri Búnaðargrunnin heldur ikki, at lánipolitikkurin hjá grunninum er orsøk til, at vinnan hevur tað trupult.
- Tað er onkur, sum klárar seg, og onnur klára seg ikki, sigur Sjúrður Knudsen avvísandi.
Hann viðgongur, at Búnaðargrunnurin framvegis praktiserar, at bøndur skulu hefta persónliga fyri skuld, sum festið tekur, eisini tá talan er um smápartafeløg.
Í somáta hevur niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni í 2007 (sí aðra grein, blðm.) ikki broytt tað stóra.
- Jú, eg minnist væl hatta málið. Tað var tikið upp í Stýrinum og málið endaði síðani í rættinum. Fyrst Føroya Rætti og síðani Eystara Landsrætti. Millum annað út frá landsrættardóminum halda vit okkum ikki gera nakað skeivt við at krevja persónliga trygd fyri lán, ið vit veita, sigur Sjúrður Knudsen.
Spurdur, hví tað er rímuligt at ein bóndi skal hefta persónliga fyri lán, ið verða tikin til vinnuliga virksemið á garðinum, svarar stjórin:
- Tað halda vit ikki vera meira enn rímuligt. Viðhvørt krevja vit eyka trygd. Tað er altíð ein meting, ið Stýrið fyri grunnin til seinast skal góðkenna, sigur Sjúrður Knudsen.
Sambært stjóranum er Búnaðargrunnurin til at ”forhandla við”, sum hann málber seg.
Eingin bremsa
Í aðrari grein á síðuni skýrir formaðurin í Bóndafelagnum, Sigert Patursson, Búnaðargrunnin at vera ein forðing fyri framburði í landbúnaðarvinnuni.
Hesum er stjórin fyri grunnin, ikki óvæntað, ósamdur í:
- Eg skilji ikki kritikkin. Eg haldi at vit røkja okkara endamál. Vit móttaka nógvar góðar umsóknir og veita eisini nógv lán, sigur Sjúrður Knudsen.
Hann ynskir tó ikki at seta tøl á, hvussu nógv lán grunnurin til dømis veitti í fjør. Og hann vil heldur ikki seta nøvn á ella útgreina, hvar Búnaðargrunnurin hevur verið við til at fremja nýskipan í landbúnaðinum. Hann ynskir ikki at nevna dømi.
Heldur ikki kritikkin um drúgvu viðgerðartíðina, upp í hálvt til heilt ár fyri at avgreiða eina lánsumsókn, vil stjórin kennast við.
- Nei, tað kenni eg einki til. Tað er rætt, at viðgerðartíðin hevur verið ov drúgv. Men slíkar viðgerðartíðir kenni eg einki til, sigur Sjúrður Knudsen.
Samanumtikið heldur stjórin, at kritikkurin móti Búnaðargrunninum er ógrundaður.
- Einki er so gott, at tað ikki kann gerast betur. Men eg haldi ikki, at vit eiga ella kunnu gera nakað øðrvísi, sigur Sjúrður Knudsen.
Ársroknskapurin 2012 fyri Búnaðargrunnin er ikki liðugur enn, og tí ber ikki til at útvega tøl haðani.