Grundarlag fyri nýggjum ES-orðaskifti verður nú lagt

Thorbjørn Jagland verður í morgin norskur uttanríkisráðharri, og við hesum valinum leggur nýggja norska javnaðarstjórnin fyrsta part av grundarlagnum fyri einum tættari tilknýti til ES. Helst ynskja Stoltenberg og Jagland, at Noreg gerst limur í ES skjótast til ber

Jógvan Hugo

Gardar, Oslo


Eingin hevur enn váttað tað, men samstundis er tað eingin, sum hevur avsannað tað.

Um ikki nakað heilt serligt hendir, so gerst formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Thorbjørn Jagland, nýggjur norskur uttanríkisráðharri.

Hetta merkir eina týðuliga broyting í norska uttanríkispolitikkinum.

Fráfarandi norski uttanríkisráðharri, Knut Vollebæk, er ein av best dámdu norsku uttanríkisráðharrunum nakrantíð. Í uttanríkisráðnum eru tey hørm um, at ein av teirra egnu fer frá. Knut Vollebæk er ein ?superdiplomatur?, ið nú skal aftur til virkna tænastu í uttanríkisráðnum ? undir leiðslu av tí meir politiska Thorbjørn Jagland. Bert tíðin vil vísa, hvat fólk fara at siga um Jagland, men eingin ivi er um, at norskur uttanríkispolitikkur nú gerst meir politiskur.

Munurin millum Vollebæk og Jagland er tann diplomatiska tyngdin móti tí politisku tyngdini. Rammurnar fyri norskum uttanríkispolitikki eru rættiliga fastlagdar, og tað er ein breið semja í Stórtinginum um politikkin.

Stjórin fyri Nobel-stovninum, Geir Lundestad, segði í vikuni í eini samrøðu við Aftenposten:


»Ein uttanríkisráðharri sum fær hetta starv, tí hann hevur høga fakliga góðsku, kann, sum Vollebæk, gera eitt gott arbeiði sum ?superdiplomatur?, innan givnar rammur. Ein tungur politikkari kann hava onnur mál, sum til dømis at broyta rammurnar.«


Meir ES

Jens Stoltenberg hevur sum mál, at nýggja norska stjórnin skal vera meir »virkin í ES-politikkinum«.

Hetta er tað einasta, sum Jens Stoltenberg hevur sagt um, hvønn politikk nýggja stjórnin skal føra. Hetta er samstundis eitt týðuligt tekin um, at nýggja stjórnin meinar, at ES-limaskapur er best fyri Noreg.

Tað verður eingin nýggj umsókn um norskan ES-limaskap send fyri Stórtingsvalið í 2001, men eitt av málunum hjá parinum Stoltenberg/Jagland verður at fyrireika eina umsókn. Arbeiðaraflokkurin skal hava landsfund í heyst, og tá kann flokkurin fáa eina semju um, at nú er tíðin komin til at senda eina nýggja umsókn.

Thorbjørn Jagland hevur í røðum seinastu tíðina lagt dent á ein meir virknan og politiskan uttanríkispolitikk. Hann hevur týðuliga lagt herðslu á, at uttanríkismálaráðið eigur at virka fyri at hjálpa norskum útflutningi innan fíggjarfyritøkur, ídnað og serliga oljuvinnu.

Thorbjørn Jagland hevur í nógv ár verið ein av heitastu talsmonnunum fyri norskum ES-limaskapi. Fyri tíggju árum síðani skrivaði Jagland bókina »Min europeiske drøm«. Í hesi bók vísti hann millum annað til, at »arbeiðararørslan varð borin í heim í Europa. Her eru vit framvegis sterk«. Støðan er galdandi í dag, kanska enn meir enn fyri tíggju árum síðani. Sum floksleiðari hevur Thorbjørn Jagland eitt heilt annað europeiskt samstarvsnet enn tað, Bondevik-stjórnin hevði og hevði møguleika at brúka.


Meir altjóða politikk

Í dag vera 12 av 15 ES-londum stýrd av sosialdemokratum og av flokkum, sum standa javnaðarrørsluni nær. Í einum heimi har globaliseringin av og á tykjast at ræða ein Thorbjørn Jagland, gerst ES tann skansin, sum kann bjarga tí vælferðarhugsan, sum vit hava havt í Norðanlondum í mong ár.

Thorbjørn Jagland hevur eisini víst altjóða samstarvinum stóran ans, og meinar at globaliseringin kann stýrast politisk. Um ein fylgir við í tí, Jagland hevur sagt tey seinnu árini, so er tann reyði tráðurin, at broytingarnar í heiminum eiga at stýrast politiskt. Hann meinar eisini, at Bondevik-stjórnin hevur verið merkt av »iva og mótstøðu«. Bondevik hevur ikki viljað tikið støðu til, hvønn leiklut Noreg skal spæla í altjóða politikki og virksemi. Millum annað meinar Jagland, at Noreg eigur at arbeiða meir innan felagsskapir sum WTO (heimsins handilsfelagsskap) og ST.

Sambært Jagland hevur Bondevik-stjórnin verið meir áhugað í at steingja Noreg úti frá altjóða samstarvi ? í staðin fyri virkið at vera við í menningini av hesum.


Hansara túrur

Tá Thorbjørn Jagland í morgin setir seg í sessin sum ovasti leiðari fyri uttanríkisráðnum, fær hann møguleikan at gera nakað við hugsanir sínar um altjóða stýring, broytingar av ST-felagsskapinum og nýggja tøkni. Nú skulu orðini og hugsaninar broytast til virknan politikk.

Í norska Dagbladet skrivar blaðmaðurin Halvard Helle, í eini viðmerking:


»Hann (Thorbjørn Jagland) hevur ikki ráð at byggja eitt globalt luftslott í leiivdunum av Tí Norska Húsinum«.


Tað Norska Húsið var grundarlagið undir Jagland-stjórnini, sum við fullari ferð fór í knús í 1997 og gav Bondevik møguleikan at sleppa framat?


FAKTA UM:

Thorbjørn Jagland

Føddur 5. november 1950 í Drammen

Giftur, tvey børn

Býr í Lier


Bakgrund:

Útbúgvin búskaparfrøðingur

Utredningssekretær i Arbeiderpartiet.

Konstituert partisekretær 1986-87.

Valdur floksskrivari frá 28. mars 1987 til 8. november 1992.

Formaður Arbeiðarafloksins frá 8. november 1992.

Forsætismálaráðharri frá 25. oktober 1996-17. oktober 1997.


Nøkur fyrrverandi álitisstørv

Limur í Buskerud fylkesting 1975-83.

Eygleiðari á aðalfundi ST?sheystið 1976.

Formaður í Arbeidernes ungdomsfylking (AUF) 1977-81.

Formaður í Det norske Arbeiderpartis (DNAs) internasjonale utvalg fra 1986.

Skrivari í floksins »nedrustningskomite« frá 1982.

Formaður í tingbólkinum hjá Arbeiðaraflokkinum í Stortinget frá 1993.

Parlamentarisk formaður frá 1993.


Stórtingið:

Umboðsmaður nr. 1 fyri Buskerud 1993-97, 1993-97:

Limur í Odelstinget.

Limur í Utenrikskomiteen. Medlem Den utvidede utenrikskomite. Medlem Valgkomiteen.

Medlem Nordisk Råd 1993-94.

Medlem Delegasjonen til en fellesparlamentarikerkomité mellom Stortinget og Europaparlamentet