Grundlógararbeiðið út til alment kjak

Arbeiðið í grundlógarnevndini er nú komið mikið langt, at nevndin nú fer at halda regluligar tíðindafundir fyri at skapa alment kjak um ymsu evnisøkini.

Frá í dag fer grundlógarnevndin hvønn týsdag at kunna miðlarnar um eitt ávíst øki í arbeiðinum hjá nevndini.

Enamálið við hesum er at geva almenninginum og viðkomandi feløgum og áhugabólkum høvi at siga sína hugsan og gera sína ávirkan galdandi

Nevndin sigur í tíðindaskrivi, at hon enn ikki hevur tikið støðu til ymsu spurningarnar enn, men hevur lagt dent á at viðgera allar tættir, og síðani taka støðu eftir eitt breitt, alment orðaskifti.

Tí er tað, sum kemur fram á tíðindafundunum, ætlað at skapa kjak, heldur enn at endurgeva nakra avgjørda støðu hjá nevndini.

Higartil hava framløgur verið í grundlógarnevndini um fleiri av evnisøkjunum.


Skipaðir fundir

Tíðindafundirnir verða væl skipaðir í trimum tættum. Á hvørjum fundi verður lagt fyri við einum fakligum inngangi, har skrivarin í nevndini og ein samfelagsfrøðingur leggja fyri við í stuttum at kunna um evnisøkið og støðu tess í grundlógini.

Síðani leggur samfelagsfrøðingurin fram dømi um ásetingarnar. Hann greiðir frá vanligu ásetingunum í stýrisskipanarlógini, donsku grundlógini og øðrum grundlógum. Í hesum sambandi fer samfelagsfrøðingurin eisini at vísa á, hvussu orðingarnar innan hansara evnisøki kundu sæð út í einari føroyskari grundlóg.

Samfelagsfrøðingurin og skrivarin fara eisini at greiða frá dømum um, hvønn ítøkiligan týding tað fær, hvussu lógargreinin er orðað.

Allir tíðindafundirnir fara at byggja á teir bólkafundir, framløgur og kjak, ið hava verið í nevndini.