Høgni Hoydal
??????????
Tað er at fegnast um, at grundlógarnevndin hevur latið sítt fyrra álit úr hondum á flaggdegnum, soleiðis sum lógin fyriskrivar.
Við hesum uppskoti hava føroyingar á fyrsta sinni møguleika at viðgera sína egnu stjórnarskipan og sítt egna fólkaræði.
Við hesum uppskoti kunnu føroyingar gera av, at evsta valdið í Føroyum liggur hjá føroyska fólkinum - og ikki nakra aðrastaðni.
Við hesum uppskoti kunnu føroyingar staðfesta okkara egnu støðu sum tjóð - og ikki lata aðrar myndugleikar, sum vit ikki hava valt, áseta hvørji vit eru og hvørji rættindi vit hava.
Og við hesum uppskoti hava vit fyri fyrstu ferð møguleika at áseta rættindi og skyldur, sum øll skulu hava í Føroyum. Uppskotið hjá grundlógarnevndini hevur m.a. ásetingar um:
-grundleggjandi mannarættindi
-sosial rættindi
-rættindi at nýta landsins tilfeingi
-og persónlig rættindi.
Framíhjárættur til fólkaræði
Tað er í veruleikanum ein ótrúligur framíhjárættur hjá okkum, sum liva í Føroyum í dag, at vit kunnu viðgera okkara egnu grundlóg.
Í Danmark og Noregi til dømis vórðu grundlógirnar so at siga givnar av kongi, og ein lítil bólkur av úrvaldum monnum samtykti grundlógina. Í ES verður arbeitt við eini grundlóg, har ilt er at síggja hvørja ávirkan eitt vanligt fólk kann hava á grundlógina.
Í Føroyum eigur at vera gjørligt, at øll sleppa at siga sína hugsan og fáa ávirkan á føroysku grundlógina. Tí hevur so stórur dentur verið lagdur á, at uppskotið til grundlóg skal til hoyringar millum so nógv fólk sum gjørligt.
Hetta eigur at gerast við at skipa almennar fundar allastaðni í landinum, eins og tey gomlu vártingini vórðu skipað. Tað eigur at gerast við, at uppskotið til grundlóg verður sent til hoyringar hjá fakfeløgum, áhugafeløgum og øðrum. Og tað eigur at gerast við at hava fundir á skúlum og arbeiðsplássum um uppskotið.
Hóast nógv í uppskotinum eigur at viðgerast neyvari, so liggur nú eitt gott og væl grundað uppskot á borðinum.
Eg fari at mæla til, at uppskotið fer til almenna viðgerð sum skjótast. Ikki er neyðugt at bíða eftir, at politisku umboðini verða vald í nevndina.
Løgin umrøða í fjølmiðlum
Tað undrar ikki sørt, at eitt so týdningarmikið uppskot hevur fingið so lítla umrøðu í fjølmiðlunum. Dimmalætting hevur endurgivið eina ónevndan løgfrøðing, sum finst at málsligu orðingunum í uppskotinum. Hin ónevndi heldur, at orðingar, ið m.a. hava røtur afturi í Seyðabrævinum, eru torgreiddar, fløktar og óskiljandi.
Nú vil eg ikki fara í orðaskifti við ein huldumann/-kvinnu.
Men eg fari at geva grundlógarnevndini - og serliga Kára á Rógvi - treytaleyst rós fyri málsligu orðingarnar í grundlógini. Tað er eitt ódyrkað lendi at skapa eitt samanhangandi og einfalt føroyskt lógarmál. Og tað hevur eydnast sera væl hjá grundlógarnevndini.
Eg vil halda uppá, at ein og hvør kann lesa uppskotið til grundlóg og beinanvegin skilja, hvat lógin sigur. At brúka orðingar úr gomlum lógarmáli merkir als ikki, at tær av hesi orsøk eru fløktar og truplar at skilja. Heldur tvørturímóti.
Tak eitt nú málsliga bygnaðin, sum er tikin úr Seyðabrævinum: "Nú reka menn hval á land upp; tá skal tað mesta vera drápspartur ella heimapartur."
Hetta er á ongan hátt fløkt ella óskiljandi eftir mínum tykki. Og hesin formurin at siga "Nú hendir tað og tað?. tá skal farast fram soleiðis", er sera vanligur í føroyskum máli. Í grundlógini fær hann harafturat ein hátíðarligan dám, sum gevur ta serligu tign, ið ein grundlóg eigur at hava, tí hon er omanfyri allar aðrar lógir.
Tá kendi hann ikki S fyri K?
Lógarmálið í grundlógini er aktivt, stutt og greitt mótvegis tí sera torgreidda lógarmálinum, vit eru von við.
Vit eru øll uppvand við eitt lógarmál, sum hevur røtur í gamlari týskari og danskari fyrisiting undir kongum og fúrstum. Hetta sonevnda "kancelli-málið", sum eisini føroyskar lógir eru á tremur við, er ment millum embætisfólk og løgfrøðingar, sum skriva hvør til annan og ikki soleiðis, at fólk skulu skilja tað. Tað liggur eisini eitt stórt vald í tí, at hava ræðið á einum máli. Og at gera eitt serligt mál, sum bara tey úrvaldu skilja, er vanligt fyribrigdi í valdsskipanum.
Í hesum sambandi kann eg vísa til grein sum Kári á Rógvi hevur skrivað um hetta evnið. Hann nýtir táttin um Jákupsa skegg sum dømi um hetta valdsbýtið: "Tað fyrsta Jákup Sibbi í lógbókina sjá, tá kendi hann ikki s fyri k."
Og niðurstøðan hjá honum er, at tað neyvan er galið við Jákupi, ið krevur sín rætt. Men heldur er galið við lógini og teimum høgu harrum, ið skjóta hann í dintilin.
Nógv føroyskt lógarmál er volapykk, men tað hjá grundlógarnevndini hoyrir als ikki upp í tann bólkin. Hingevin er her grundarlag lagt fyri einum veruligum føroyskum lógarmáli, sum vit hava alstóran tørv á.