Grundleggjandi palliatión í heimatænastuni og á røktar- og ellisheimum skal tryggjast við hægri starvsfólkanormering!

Tað er átrokandi at vísa á, at ónøktandi starvsfólkanormeringin á ellis og røktarheimunum eisini kemst av, at búfólki í dag er meira røktar- og viðgerðarkrevjandi, enn áður. Fleiri av búfólkunum stríðast bæði við kol, hjarta-kar sjúku, gigt, sálarsjúku og demens. Hetta kemst av, at fleiri av okkara eldru ynskja at búleikast heima, sum longst, og koma tí ikki inn á ellis- og røktarheim fyrr enn tey eru heilt illa fyri – og onkuntíð ikki fyrr enn tey liggja til tað síðsta.

Her liggur ábyrgdin av røktini og at fyrisita viðgerðina  hjá starvsfólkunum á ávísu deildunum. Ofta verður einans tosa um at styrkja starvsfólkaførleikarnar og betra tvørgeiraliga samstarvið, umframt gera atgongdina til serkunnleika atkomiliga. Men tað snýr seg fyrst og fremst um at tryggja at starvsfólkanormering er nøktandi til at røkja hendan partin av kjarnuuppgávuni á røktar- og ellisheimum.

Sama ger seg galdandi fyri heimatænstuna ið skal styrkjast, so tann palliativa røktin og viðgerðin kann røkjast nøktandi av heilsustarvsfólki.

Fyrsta tilmæli um palliatión  í Føroyum kom í 2001, og síðan 2005 hava palliativa toymið og palliativa eindin virka í føroyska heilsuverkinum. Palliativ røkt og viðgerð snýr seg m.a. um at linna pínu, vátta lívið og fata deyðan sum ein natúlig gongd, taka við sálarligu og andadaliga partin við í umsorganini, umframt bjóða avvarðandi stuðul í sorgargongdini. Palliatión krevur eitt tvørfakligt samstarv millum prest, sálarfrøðing, sjúkrahúsdeild og aðrar viðkomandi stovnar.

Hóast palliatión er ein sergrein og ábyrgdarøki hjá heilsuverkinum og staðfest á landssjúkrahúsinum, verður grundleggjandi palliativ røkt og viðgerð veitt í kommunalageiranum. Fyrimunirnir við at hava eitt Hospice, er at sjúklingurin er á einum optimalum røktarumhvørvi við starvsfólki, sum hava servitan og royndir. Eitt tílíkt Hospice kann leggjast á eitt friðarligt og náttúruvaktur øki. Avvarðandi hava sostatt eisini betri møguleikar at vera umkring tann eldra alt samdøgrið og gista á staðnum.

Fyri at svara spurninginum, hvørt grundleggjandi palliatión skal veitast í heimatænastuni og á røktar- og ellisheimum, kann sigast at

landsmynduleikar hava víst á, at fólkagrundarlagið ikki er nóg stórt til at byggja og reka eitt Hospice. Men so skal man sum eitt minimum tryggja at normeringin er nøktantandi á røktar- og ellisheimum, umframt at heimatænastan verður styrkt.

Jóhan Carl Dam – Valevni á Lista E