Guðrun – 50 kilo lættari

- Fólk unna mær væl, at eg eri klænkað, og tað er ein góð kensla. Eg fái nógvar fittar viðmerkingar, og tað eri eg glað fyri. Men eg skal eisini ansa eftir, at eg ikki verði forstýrað av uppmerksomheitini, sigur Guðrun við Rættará, sum seinasta árið hevur klænkað seg 50 kilo.

- Tað er einki problem, men so má forsíðan ruddast.

Guðrun við Rættará svarar fyrispurninginum frá okkum um at gera eitt prát, nú hon hevur tapt seg 50 kilo, og vit kunnu í øllum førum staðfesta, at góða lagið er ikki farið sama veg sum vektin.

Fyri fyrstu ferð í sínum lívi hevur Guðrun við Rættará eina vanliga vekt. Hon hevur annars altíð vigað ov nógv, hon hevur ferð eftir ferð stríðst ímóti yvirvektini og yvirmaktini, roynt at tapa seg, men tað hevur ikki givið úrslit – fyrr enn nú.

Í februar mánaði í fjør fekk Guðrun eina gastric bypass skurðviðgerð, og síðani hevur hon tapt seg 50 kilo. At tveita 50 kilo krevur stórt offur, men fyrimunirnir eru so nógvir, at Guðrun hevur megnað at liva uttan nógv av tí, sum var ein partur av hennara lívi áðrenn skurðviðgerðina.

- Eg havi altíð verið yvirvektig, og eg havi prøvað einar 800 kurar fyri at tapa meg. Pulvur, tablettir, motión, eg havi roynt alt, men tað hevur ikki riggað, sigur Guðrun.


Mest bangin fyri at flúgva

Fyri einum góðum ári síðani tók hon eina avgerð, sum síðani hevur sent hann 50 kilo niður í vekt.

- Eg tímdi simpelten ikki at viga so nógv meira. Eg hevði hoyrt um gastric bypass skurðviðgerðina, sum hevði riggað væl hjá nógvum øðrum, so eg fór á eina heimasíðu at lesa nærri um hana. Mín niðurstøða var, at eg vildi royna tað. Um eg tapti 50 kilo og kanska tók helvtina upp á aftur, so hevði eg framvegis vunnið 25 kilo, og tað kláraði eg ikki at tapa meg annars.

Fáar vikur eftir at hon hevði lisið um gastric bypass og tikið avgerðina um, at tað vildi hon royna, varð Guðrun skurðviðgjørd í Belgia.

- Eg var kanska mest bangin fyri at flúgva, men tankarnir áðrenn operatiónina vóru ræðuligir. Eg fyrireikaði meg upp á tað ringasta, men legði alt í Harrans hendur.

- Viðgerðin á sjúkrahúsinum í Belgia var sera góð. Tað einasta, sum ræddi meg, og tað kann eg flenna eftir aftaná, var tá ið ein portørur kom eftir mær, tí eg skuldi skurðviðgerðast. Hann snakkaði og snakkaði, men eg skilti ikki eitt orð, og eg royndi at tosa enskt við hann, men tað hjálpti einki. Tá trúði eg, at tað fór at ganga heilt galið, at teir fóru at amputera eitt bein hjá mær ella okkurt. Men so kom læknin og heilsaði upp á meg, og so kendi eg meg tryggari við tað heila.


Alt snúði seg um mat

Skurðviðgerðin í Belgia gekk væl, men viðgerðin krevur nógv av fólki í tíðini eftir. Magin er blivin ein lítil partur av tí, sum hann var, og tí er tað ógjørligt hjá fólki at eta tað sama og eins nógv, sum tey gjørdu frammanundan. Matvanarnir skulu leggjast fullkomiliga um.

- Fyrstu tríggjar, fýra mánaðirnar eftir operatiónina snúði alt seg um mat. Eg mátti ansa eftir, at eg át tað rætta til rætta tíð. Mátti hava mat við mær og mátti planleggja matin og mattíðirnar fyri at kenna meg trygga. Men eftir eina tíð, so gjørdist tað meira natúrligt aftur, eg lærdi kroppin hjá mær at kenna og fann út av, hvat eg kundi og ikki kundi, sigur Guðrun.

- Gastric bypass operatiónin ger, at tað er fysiskt ógjørligt at stappa mat í seg. Tú verður illa fyri, maturin fer bara beint ígjøgnum kroppin, tú kanst fara at spýggja, og tí loysir tað seg ikki at eta nógv av nøkrum. Tú verður bara illa fyri av tí, sigur hon.

Hóast hon plagdi at eta nógv, gekk tað væl at tillaga seg til nýggju tíðirnar – uttan mat, tá ið hon hevði hug.

- Eg havi ikki kent á mær, at eg havi gingið sv(a)ong, men onkuntíð er tað komið fyri, at eg eri blivin svimbul út á dagin, tí eg havi ikki etið nakað í longri tíð.


Alt bleiv ov stórt

Tað, sum Guðrun hinvegin kundi fegnast um fyrstu tíðina, var, at kiloini rapaðu av henni. Frá februar til mai í fjør tapti hon seg 30 kilo. Síðani hevur tað gingið eitt sindur spakuligari, men hon hevur tapt seg 20 kilo afturat síðani tá.

- Eg mátti skifta øll klæðini hjá mær út. Eg kundi passa okkurt nøkunlunda, men eina ella tvær vikur seinni var tað ov stórt. Og soleiðis var við øllum. Alt bleiv ov stórt, og tí havi eg verið noydd at keypa mær nýggj klæði. Eisini giftiringurin bleiv ov stórur.

- At eg eri blivin lættari hevur eisini gjørt, eg eri full av orku og kann venja nógv. Eg var byrjað at fáa trupulleikar í øðrum knænum, tí eg var so tung. Tað merkti eg, tá eg hevði arbeitt ein heilan dag. Tað er alt burtur nú, sigur hon.

Hóast Guðrun við operatiónini noyddist at siga farvæl til nógv av tí, sum hevði verið ein partur av hennara lívi, saknar hon einki.

- Eg kann onkuntíð munga eftir onkrum, men eg veit eisini, at tað nyttar einki. Hesa tíðina kunnu krem-eggini verða freistandi, og einaferð skuldi eg royna at eta eitt krem-egg, men tað gekk ikki. Eg blívi ótilpass av at eta sovorðið, og tí sakni eg tað ikki. Tað er sum fólk, sum ikki kunnu eta skeljadjór, tey sakna tað ikki.

- Hóast eg havi verið noydd at ansa væl eftir, hvat eg eti, havi eg verið tilvitað um, at eg skal ikki blíva fanatisk. Tað skal ikki ganga út yvir familjuna hjá mær, at eg eti minni og nógv sunnari, enn eg gjørdi. Tí fáa vit eisini góðar sunnudagsdøgurðar við øllum tí, sum hoyrir til tað, men eg kann so bara eta minni og lata verða við at fáa mær sós, sigur hon.


Ikki lættari at liva

Guðrun við Rættará hevði tað gott, hóast hon var stór og vigaði nógv. Kanningar, sum vóru gjørdar áðrenn skurðviðgerðina vístu eisini, at hon var væl fyri, hóast kiloini vóru alt ov nógv.

- At blíva lættari í vekt ger teg ikki lukkuligari í sær sjálvum, og tað verður ikki endiliga lættari at liva fyri tað. Tað eru onnur ting, sum gera tað av. Tá tú upplivir sorg, so hugsar tú eisini, hvat hetta hevur at siga. Men eg eri glað fyri, at eg tók hetta stigið, og eg havi ikki angrað tað eina løtu. Eg skuldi bara havt gjørt tað fyri langari tíð síðani, og nú skilji eg ikki, hví eg ikki gjørdi tað, sigur hon.

- Fólk unna mær eisini væl, at eg eri klænkað, og tað er ein góð kensla. Eg fái nógvar fittar viðmerkingar, og tað eri eg glað fyri. Men eg skal eisini ansa eftir, at eg ikki verði forstýrað av uppmerksomheitini. Tað kann verða farligt at venja seg við tað, so eg royni at varðveita mína realistiska sans. Høvdið skal verða við í hesum, sigur hon.

- Eg havi eisini roynt at verið púra opin um mítt vekttap. Fólk spyrja sera nógv, og eg havi bara valt at verða opin um tað. Eg havi eisini tikið myndir av mær, sum eg havi lagt á Facebook. Men nú eri eg við at koma har, at eg skal víðari.

Summi fólk upplivað, at eftir at tey hava tapt seg nógv, so vendir gongdin, og tey taka upp á aftur.

- Eg veit, at nógv stúra fyri tí, men eg eri ikki bangin fyri, at eg fari at taka nøkur kilo upp á aftur. Men eg skal ongantíð aftur viga 119 kilo, sigur Guðrun avgjørd.

- Eg havi nú tapt meg 50 kilo, og eg eri á leið har, sum eg skal verða. Eg rokni við, at eg fari nøkur kilo niður afturat, men nú skal eg hugsa um at stabilisera vektina hjá mær, sigur hon.

Og so var tað líka hatta við forsíðuni – jú, hon bleiv ruddað.