Guðrun: Ikki sovið í fleiri samdøgur

- Øll eru stolt og glað. Sjálv havi eg onki fatað enn. Sigur Guðrun Sólja Jacobsen, sum í gjárkvøldið í kavaveðrið kom heim til Tvøroyrar, har stór móttøka var fyri henni í høllini í Trongisvági. Guðrun vann fríggjakvøldið kappingina Stjerne for en aften og síðani hevur veruleikin verið ringur at skilja hjá Guðruni


Sunnukvøldið kom vinnarin av fríggjakvøldsendingini "Stjerne for en aften", Guðrun Sólja Jacobsen, aftur til Tvøroyrar.
Við 52 % av atkvøðunum vann Guðrun undanumfarið fríggjakvøldið. Hon sópaði allan iva burtur, tá hon sang Promise me hjá Beverly Craven. Neyvan eitt eyga var turt kring landið, tá Svf samsendið við DR fríggjakvøldið, og eisini dómararnir viðgingu, at eisini tey fingu tár í eyguni, og tað var ikki væntandi.

Ikki skilt alt enn

Tú sang væl, tú virkaði púra rólig!
- Tað kendist væl. Tað virkaði næstan bara sum ein roynd, sigur Guðrun um framførsluna í Danmarks Radio.
- Øll eru stolt og glað. Sjálv havi eg onki fatað enn, sigur Guðrun, tá vit spyrja hana, hvat fólk siga við hana og hvussu hon upplivir nýggju støðuna. Vit hitta hana í telefonini eina løtu, áðrenn hon kemur í land av St. Ola á Tvøroyri.
- Tað tekur eina løtu at koma yvir alt hetta. Tað er hart lív, men tað hevur verið deiligt, sigur Guðrun um teir síðstu dagarnar.
Guðrun váttar partvís tíðindini um, at hon hevur ikki sovið síðani hósdagin.
- Tá eg fór í song hóskvøldið lá eg bara og vendi og snaraði mær. Fríggjakvøldið var veitsla á Park Café og tað gjørdist sjálvandi seint, áðrenn farið var heim og í song. Leygarmorgunin svav eg heldur longi, hóast eg var tíðliga uppi. Eg náddi ikki morgunmatin, áðrenn vit skuldu út á ferð. Vit framførdu í Jyllandi. So tað hava bert verið smávegis lúrar av og á, sigur ein glað og troytt Guðrun.
Góðar vinir
- Framførslurnar í Jyllandi leygardagin gingu væl. Fólkini eru fitt. Tey eg kappaðist ímóti eru eisini sera fitt og vit eru øll sera góðir vinir og vónandi fer vinalagið at halda, sigur Guðrun, sum greiðir frá um stuttligu ferðina, har fryntlig fólk vóru í ferðalag saman og sungu og "jammaðu". Luttakararnir úr Stjerne for en aften vitjaðu Esbjerg og Horsens.
- Tað var sera góður túrur og stuttligur eisini. Øll skuldu syngja eitt lag, umframt lagið frá kappingini. Mín rødd var kanska ikki heilt í topp leygardagin, men eg sang so eisini Ironic hjá Alanis Morisette, og tað gekk bara væl, greiðir Guðrun frá.
Malta og finalan
Við sigrinum fríggjakvøldið hevur Guðrun tryggjað sær ferðaseðil til Malta. Vinnarar av undanumførunum fáa ferðaseðil fyri tvey til Malta í eina viku og annars alt goldið. Men hvør sleppur við Guðruni til Malta er enn ógreitt, tí tað hevur hon enn ikki tikið støðu til. Bróðurin Eyðun, sum eisini vann eitt undanumfar herfyri, nevniliga Prix Føroyar við MC Hár, hevur góðan hug at sleppa við. Og Guðrun hevur góðan hug at sleppa honum við, men tað eru nógv um boðið, so hvør tað verður, má tíðin vísa.
- Eg haldi túrurin til Malta er í apríl og finalan er mai, men eg eri ikki vís í tí, sigur Guðrun, tá vit fregnast eitt sindur nærri um komandi tíðina.
Men greitt er í øllum førum, at til finaluna skulu luttakararnir ikki syngja sama lag, sum í undankappingini. Tískil má Guðrun finna eitt nýtt lag at syngja til finaluna.

Byrjaði í hornorkestrinum
Men hvussu kom alt hetta við "Stjerne for en aften" í lag?
- Tað var í hornorkestrinum á Tvøroyri, har eg spæli við. Dóttur eina konu í orkestrinum býr í Danmark og hevði hoyrt um kappingina. Tað er ein longri søga, men so fór hetta at mala í mínum huga. Og so var táverandi tónleikalærari mín, Klaus Telling, við uppá hugskotið, og hann spældi undir, tá eg sang løg inn at senda til Danmarks Radio, sigur Guðrun.
Og so mugu vit bara staðfesta kendu orðini: the rest is history og restina av søguni kenna vit.
Útlond bíða
Um framtíðarætlanir sínar sigur Guðrun, sum gongur í 3.g í Miðnámsskúlanum í Vági, at onki liggur fast.
- Eg havi ikki lagt fastar ætlanir, men eg vil fegin sleppa at royna meg innan tónleik og sang. Og tað er ikki óhugsandi, at eg leiti til Danmarkar ella kanska til Íslands. Kanska bæði til Danmarkar og Íslands, eg veit ikki, segði Guðrun, áðrenn hon sunnukvøldið trein á land á Tvøroyri, lítið vitandi, hvat fyri stórfingin móttøka bíðaði henni í høllini í Trongisvági.