Tað gongur væl hjá Guðruni Sólju Jacobsen, sum ferðast millum Føroyar og
Danmark
í heilum, tí hon hevur úr at gera har niðri.
Í kvøld klokkan 19 skal Guðrun á pall á stóra palli á
Langelandsfestivalinum. Har er tá
tiltak við fleiri kendum nøvnum, ið fara á pall til frama fyri Raffens
Børnefond.
Umframt Guðruna eru Stig Rossen og Nanna og James Sampson (fyrrverandi
vinnari
av Stjerne for en aften) og fleiri onnur.
Guðrun skal syngja lagið There you'll Be og saman við einum av størstu
nøvnunum í
donsku undirhaldsvinnuni, Stig Rossen, syngur hon Lille Frøken Himmelblå.
Guðrun og Stig Rossen standa eisini ovast á lepanum fyri tiltakið.
Tiltakið hevur tema úr filmsheiminum og t.d. Nana er kend fyri lagið Buster
úr filminum
Busters Verden. Hon skal eisini syngja filmslagið hjá Kim Lasen, Tarzan
Mama Mia.
Tað eru kendu films og sjónvarpsmenninir Peter Mygind og Hans Otto
Bisgaard, ið
siga frá og knýta tiltakið saman.
At syngja saman við einum av størstu stjørnunum innan danskt undirhald er
ikki øllum
unt, so tað gongst Guðruni væl, kann staðfestast. Tann 11. august kemur
fløgan hjá
Guðruni, so enn eru nakrar vikur at bíða.