Tað er ein forkunnug konsert, ið verður á Seglloftinum á Tvøroyri í kvøld, tí Guðrun Sólja Jacobsen fer á pallin, og tað er longi ímillum framførslurnar í Føroyum Guðruin Sólja býr í Danmark og hevur eisini framførslur har. Hon hevur eisini júst sungið á donsku útgávuni av Disney teknifilminum um Klokkeblomst.
Men tað er ikki ofta, at Guðrun er á føroyskum palli, men í kvøld er konsert við henni í heimbygdini Tvøroyri.
Við sær hevur hon Neil Joensen á guitar og Dagfinn Olsen á bass.
Konsertin er á Seglloftinum klokkan 20:30 í kvøld.