Guantanamo ein vanlukka

Framferðin ímóti fangunum á amerikonsku herstøðini Guantanamo er ein fullkomin vanlukka fyri rættvísið, sigur tann virdi bretski dómarin Johan Steyn

Fangar
Árni Joensen:
[email protected]
Johan Steyn, sum er ein nógv avhildin dómari í Bretlandi, segði í einari røðu týskvøldið, at amerikonsku myndugleikarnir hava handfarið málið um fangarnar á ein hátt, sum má sigast at vera »ein fullkomin vanlukka fyri rættvísið«, sum hann málbar seg.
Hann segði, at rættvísið, sum myndugleikarnir hava víst fangunum, lýkur á ongan hátt altjóða minstakravið til eina rættvísa rættarviðgerð. Verði eg spurdur um hetta, er svarið eitt rungandi nei, segði Johan Steyn.
-Sum sakførari lærir tú at virða hugsjónirnar í amerikanska demokratinum, men eg má siga, at í hesum førinum er tað fullkomiliga miseydnað, legði tann virdi dómarin afturat.
Fangar úr fleiri londum eru í Guantanamo. Avstralsku myndugleikarnir hava júst gjørt eina avtalu við amerikonsku myndugleikarnar, sum tryggjar, at tveir avstralskir ríkisborgarar, sum eru millum fangarnar, verða ikki dømdir til deyða. Roknað verður við, at Bretland fer atgera eina tilsvarandi avtalu við USA um teir bretsku ríkisborgararnar í fangaleguni.