Gud kann leggja frá sær!!

Anna S. Dalsgaard
Tórshavn hin 24.8.05

Nógvir eru kandidatarnir, ið bjóða seg fram at døma, hvørt eitt menniskja er ónt ella gott, rangt ella rætt. Teir meina seg eftir øllum at døma at hava patent upp á tulkingina av halgubók. Hevur tú eina aðra áskoðan, kunnu teir møguliga bera yvir við tær, treytað av, at tú vilt í teirra »viðgerð«. Landsins hægstu menn halda seg avgjørt ikki aftur í kappingini.
Hví hava summi fólk eina so ovurhondsstóra trongd til at almannakunngera, hvussu góð og trúgvandi tey eru og samstundis at døma onnur? Bæði Dimmalætting og Sosialurin hava javnan lesarabrøv frá slíkum fólki. Ráðstevnan Anso, sum í hesum døgum verður hildin í Norðurlandahúsinum, fær slíka øsing í hesi somu fólk, at eg undrist og verði mistrúgvin?!
Í eini grein í Dimmalætting herfyri, hugleiðir Jenis av Rana um ein túr við Hoyvíksvegin. Greinin snýr seg um ein homoseksuellan persón, sum bønar og biðjur Jenis av Rana um hjálp til tess at sleppa úr tí helviti, sum homoseksualitetur, eftir hansara útsøgn, er. Tú kanst fáa fólk at trúgva hvat sum helst, bara ágangurin er nóg stórur og hóttanirnar um neyð og elendigheit nóg massivar. Hesin persónur, sum allar helst alt sítt lív hevur fingið at vitað, at tað hann kennir og hugsar, fyri ikki at tala um tað sum hann møguliga ger, er andstyggiligt, ógudiligt og ónt, følir seg sjálvsagt »vavdan inn í helviti« - sum tikið verður til í greinini.
Stórur bíbliukennari eri eg ikki, men brúki tann einastandandi eginleikan, sum Gud hevur begávað okk um menniskju við, nevnuliga at hugsa sjálvstøðugt. Víst kunnu vit menniskju brúka nógv av tí, sum í bíbliuni stendur, á uppbyggjandi hátt. M. a. við at grunda yvir tað, sum stendur í henni og brúka tað í samveruni við okkara medmenniskju. Liva kristindómin, við m. a. at vísa næsta okkara kærleika, tolsemi og virðing. Eingin orsøk er til at rópa upp um, hvussu »góður« og »trúgvandi« man er. Várharra skal nokk taka sær av at døma um hetta. So mikið álit havi eg á honum.
Tit, sum so fegin vilja siga okkum, hvussu vit skulu liva, hví leika tit so í? Vænta tit ikki, at Gud hoyrir stillu bønir tykkara, og noyðast tit í bløðini fyri at siga honum, hvussu »góð« tit eru?
Vælsignaðu tit, sum vilja sannføra okkum onnur um tykkara ófeilbari, undirmetið ikki Gud á hendan hátt og gevið honum hansara heimildir aftur.