Millum fólksligu tónleikanøvnini á Asfalt í ár verður bólkurin Kvonn. Kvonn er eitt lívligt bland av føroyskum fólkatónleikarum, ið spælir eldri sum nýggjari fólkatónleik, ið stavar úr Norðurlondum.
Limirnir eru Angelika Nielsen, Sharon Weiss, Ívar Bærentsen og Kristian Blak, sum í dag nokk má roknast at vera gudfaðirin at ítøkiliga føroyska tónleikaarvinum.
Tónleikurin hjá bólkinum er egin og lántur. M.a. verður íblástur funnin í nótabók hjá Jens Christian Svabo. Bólkurin fór í upptøkuhøli fyrr í ár og kemur fløga út í juni. Áhoyrarar á Asfalt 2007 vera millum tey fyrstu at hoyra løgini av hesi.
Tíðindaskriv