Gudmund Gudmundsson Isfeldt minningarorð

7. januar 2004 var ein ólukkudagur, ein dagur sum eg vil minnast aftur á við virðing og sakni

Tað var dagurin har ein av okkara frægastu monnum, og besti vinur mín varð tikin heim. Hesin dagur vil altíð standa fram sum ein dagur, har havið og náttúrukrefturnar fingu fríar teymar til at niðurbróta lívið, ein dagur har meiningin við lívinum ikki gav nakra meining longur. Eftir sita vit, sum kendu hendan mannin, við stórum sakni, hann fylti so nógv í okkara gerandisdegi. Gudmundur fylti so nógv hvar enn hann var.
Tá ið eg siti og hugsi aftur á hendan mannin, hetta monumentið í mínum gerandisdegi, so eru tað tvey ting sum koma fram fyri meg. Láturin, hesin sermerkti klingrandi látur sum kom frá hjartanum, og kundi fylla eitt heilt rúm við gleði og smíli. Altíð í góðum lag, altíð fyrikomandi var Gudmundur. Hitt sum eg komi at hugsa um er erligheitin, Gudmundur legði ongantíð fingrarnar ímillum, ballaði einki inn, tá ið hann segði sína meining, um samfelagið og kanska serliga um dagsins politik. Hann kundi vera so bersøgin og beinrakin við sínum meiningum, at tað rann mær kalt eftir rygginum.
Men tann klingrandi láturin er fyri altíð tagnaður, og tær ósensureraðu meiningarnar eru sokknar í tað kolasvarta og kalda havið.
Eg fari ikki her at lýsa Gudmund meira, hvør hann var, hvussu hann var, hansara lívsverk o.s.fr. Tí tað vita øll sum kendu hann og vóru honum nær. Míni orð og mín pennur røkkur ei heldur eina slíka lýsing, tí hon er so umfatandi. Har var so nógv gott og so lítið ringt í honum.
Góða Solveig, børn og abbabørn. Eg veit, at tað í eini so svárari tíð má vera ringt at seta álitið á Harran, men vit mugu ugga okkum við, at tað hóast alt mátti vera ein meining við, at Hann tók Gudmund heim so tíðliga, og at Harrin hóast alt gav okkum likamið av Gudmundi aftur, so tað kundi fáast í kristna jørð.
Við hesum fáu og fátæku orðum vil eg lýsa frið yvir minnini um Gudmund Gudmundsson Isfeldt
Hergeir