Tað eru ikki øll, ið høvdu timburmenn í Sundalagnum sunnudagin, tí felagið boðaði umvegis heimasíðu sína frá, at sáttmáli er gjørdur við Gudmund Nielsen. 21 ára gamli sandoyingurin, sum í ár hevur skotið seks mál fyri B71 í Formuladeildini, skal komandi kappingarár umboða EB/Streym. B71 skal næsta mandi kappingarár spæla í 1. deild, og eftir niðurflytingin var veruleiki, kundi U21-landsliðsleikarin í 3-2 sendingini í sjónvarpinum ikki afturvísa, at eitt møguligt skifti kom upp á tal. Nú er so greitt, at felagið, Gudmund Nilsen skal spæla fyri í 2009, er EB/Streymur.