Gudmundur Joensen, sum veruliga hevur gjørt vart við seg í síðstuni serliga í heimligu renni-, súkklu- og triathlon-kappingunum, men eisini í kappingum uttanlands, hevur nú enn einaferð sligið fast, at hann er fremsti triathleti, ið Føroyar hava sæð. Í gjár vann hann kapping ímillum 120 triathlon-íðkarar at stórari stevnu í Galway í Írlandi, har hann luttók á hálvum Ironman.
Triðfremstur til fremst
Kappingin í hálvum Ironman innibar at svimja 1,9km, súkkla 90km og síðani renna eitt hálvt marathon. Gudmundur luttók í aldursbólkinum 25 til 29 ár, har 120 luttakarar vóru við, og her skúgvaði hann alla mótstøðu til viks.
- Tað var buldrasligt at svimja og tað var nógv alda, men eg kom á land sum nummar trý. Síðani fór eg á súkkluna, bleiv nummar eitt og tann leiðslan helt sær Eg økti og bleiv nummar eitt, so tað var bara gott, sigur Gudmundur, sum kom á mál við tíðini 04:19.40.
Vart tú nøgdur við hesa tíðina?
- Tað er ringt at siga. Eg havi koyrt skjótari; 4:07.00. Tað er ringt at samanbera, tí tað var langt frá sjóøkinum til skiftirúmini. Har sum eg venji tekur tað tríggjar minuttir at skifta, men hesaferð tók tað so upp ímóti 10 minuttum, sigur Gudmundur, sum tó sjálvsagt fegnast um úrslitið og peikar á, at tað var eins fyri allar luttakararnar.
Klárur til HM
Gudmundur Joensen er 28 ára gamal, men tað merkir allarhelst, at hann hevur nógv góð ár eftir, og gjarna eisini, at toppurin framvegis ikki er náddur, tí:
- Teir, sum verða heimsmeistarar, eru ofta um 35 ára gamlir. Tað er ein lívserfaring, og tú vinnur aftaná nógv ár í bransjuni, sigur Gudmundur.
Kappingin í Galway var seinasta kappingin hjá Gudmundi í ár.
- Nú skal eg hava eitt sindur av hvíld, leggja eina ætlan fyri næsta árið og vera saman við børnunum go familjuni. Tað er ikki ordiliga fastlagt enn, men í næsta ár er oyggjaleikaár (Bermuda) og tað er nakað, sum eg ætli mær at gera meg galdandi í, sigur Gudmundur, sum metir tað vera ein av tveimum kappingum, sum eru so at siga fastlagdar longu nú.
Hin er HM í Las Vegas, har hann í aldursbólkinum 25 til 29 ár nú hevur megnað kravtíðina til og harvið helst fer at luttaka har.