Guðrið hevur verið virkin tónleikari síðan aldarskiftið og hevur latið 6 heildarútgávur frá hondum. Seinasta útgávan ”Gult myrkur” var kosin ársins útgáva og ársins tektur á FMA í 2023.
Nú er Guðrið aftur plátuakutell við heildarútgávuni Sýrublað, og tað er Høgni Lisberg, sum hevur framleitt útgávuna. Tónleikurin er ráur og glaður fólkapoppur við íblástri úr country, reggae og rokki. Guðrið sigur, at tónleikurin á útgávuni, er sum at býta í eitt sýrublað, hann er frískur, knasandi grønur og eitt sindur sýrutur.
Tað er Beinir Bergsson, sum hevur skrivað tekstirnar á útgávuni. Samstarvið kom upp í lag, tá tey tóku lósu ritlist og tónlist á Fróðskaparsetri Føroya. Tekstirnir snúgva seg um nærsambond, teir trupulleikarnar sum standa upp í einum parlagi. Tekstirnir leita til plantur og djór í Føroyum og royna at nýta hesi til at skilja parlagið á ein nýggjan hátt, tekstirnir spyrja, um parlagið og minnini saman broytast, um náttúran er við í mátanum, vit tosa við og um hvønn annan. Tekstliga verður sýrublaðið nýtt í útgávuni sum ein mynd upp á nakað, sum at síggja til er líkt fleiri øðrum bløðum, men tá tú bítur í tað, so kemur ein so óvæntaður, sterkur smakkur fram, og somuleiðis leita tekstirnir eftir hesum smakkinum í nærsambandinum millum tvey.
Tá Guðrið fór í holt við útgávuna var málið, at hon skuldi einans samstarva við listafólk, sum hon ikki hevði arbeitt við áður og at gera eina útgávu, har ið spæligleði, spontanitetur og kreativitetur skuldi skína ígjøgnum. Úrslitið er 9 løg, sum eru fjølbroytt og fara í ymiskar ættir, men reyði tráurin er tað ráa, ektaða og erliga.
Lurtið eftir útgávuni her: https://gudrid.lnk.to/syrublad
mynd: Kirstin Helgadóttir











