Í annaðkvøld, týskvøldið, fara Guðrið Hansdóttir og Bartal Augustinussen á pall í Reinsaríðnum
Seinastu tíðina er Guðrið Hansdóttir fyrst og fremst kend sum partur í Byrta, men síðani seinastu fløguna hevur hon spælt saman við Bartali Augustinussen.
Guðrið hevur sjálv havt meira at siga á hesari fløguni enn í Byrtu, og tónleikaliga er íblásturin frá svenskum poppi sum The Cardigans er týðiligur. Orðini á nýggju fløguni eru á enskum uttan á “Tú hevur tær dýrastu perlur”, ið Pól F hevur umsett til Føroyskt, og tað er júst hesin føroyski sangurin, ið hevur gjørt um seg á føroyskum útvarpsstøðunum í ár.
|