Her eru nøkur orð um eina góða ommu og langommu, sum altíð fer at liva í minni okkara, so leingi sum vit liva.
Eg var ikki meira enn trý ára gomul, tá íð eg og hundur mín Gæsa komu til ommu at búgva. Her var ongantíð keðiligt at vera, dagurin var fyltur við innihaldi. Um summarið hoyggjaðu vit, og djórini skuldi fóðrast hvønn dag. Hetta er nokk tað, ið flestu børn elska at fáast við, men ikki øll hava møguleikan. Vit høvdu stóran dunnugarð, har eg altíð skuldi ansa eftir, at einki hol var í netinum, tí skjótar vóru likkurnar at taka ungarnir, nógvur seyður var eisini, og nógv heimalomb hevði eg sum skuldu hava fløsku fleiri ferðir um dagin! Hundarnir skuldi leinkjast úti á bønum, og rossini flytast ella fórast, og nógvar kaninur hevði eg.
Omma var dóttur Olevinu og Andrias Djurhus. Tey vóru trý systkin, omma, Janus og Júst. Minnist at omma fortaldi, at Janus var musekalskur, spældi klarinet og dámdi væl at lesa. Júst harafturímóti skuldi vera bóndi á Húsagærði eftir foreldrini, men so bleiv ikki. Júst doyði ungur, tá hann datt av rossi, hann var við at venja. Omma kom nokk aldrin heilt yvir hetta, var altíð eitt sindur bangin um okkum, tá vit riðu í haganum, vildi altíð vita, hvar leiðin gekk, og at man ikki reið einsamallur, altíð skuldi vit brúka hjelm og ansa okkum, um vit narkaðust rossinum aftanifrá, altíð tosa við tey, so tey ikki blivu kløkk og kundu sparka okkum..
Omma bleiv gift við Thommas Rubeksen, so heilt undan rossum slapp hon ikki. Abbi reið hvønn sunnudag, og tá ið eg var heilt lítil, sat eg frammanfyri hjá honum, síðan aftan, seinni hevði hann ein hest við á sleip, sum eg onkuntíð sat á.
Minnist at abbi keypti ommu eina fína ryssu úr Íslandi, Stjørnan. Vit stóðu á keiini í Tórshavn, tá hestar í hópataæli blivu heisaðir í land, summir í kassum, summir hingu og sprellaðu í einum sela.
Hetta eru nú nógv ár síðani. Men Stjørnan bleiv ikki nógv brúkt, stóð mest og át... Minnist tey vóru og riðu í Íslandi í eina viku ella 14 dagar! Hettar var áðrenn Ríðiferiurnar vóru so vanligar, sum tær eru ídag.
Hvønn einasta morgunn, tá ið eg var smágenta, fór eg at svimja við ommu mínari, hon svam 1 km hvøn morgun, tað mesta av sínum lívi, eisini gekk hon til fimleik sum hon dámdi sera val og dans.
Vit gingu langar túrar og høvdu mat við okkum, oftast vóru vit í Húsareyni, har kendi omma hvønn stein og hvørja keldu, serliga ein kelda langt inni í haganum, skuldi hava serliga gott kelduvatn! Har fraktaðu vit nógvar litrar av vatni við okkum.
Omma bleiv 88 ára gomul, og tey seinastu árini vóru merkt av aldirdómi og sjúku, men aldrin læt omma illa at ella segði seg ikki hava tað gott, hon fylgdi væl við, hvat hendi í lívinum hjá ommubørninum og langommubørninum. Eisini tosaði hon nógv um abba í seinastuni, tá ið vit vitjaðu hana, hvussu góður inløgumaður hann hevði verið, tey veltu eplir, røtur osv. Eisini minnist eg, at tey royndu at fáa jarðber at vaksa, men tað gekk ikki so væl. Omma og abbi vóru sjálvforsýnandi við tí mesta! so tey nýttist ikki at keypa nógv sum so. Tá omma fór til tannlækna minnist eg hon betaldi við einum lambi, vær nógv at gera hjá tanlæknanum, fekk hann tvey lomb! Kanska ikki so nógvir tannlæknar meira sum taka ímóti slíkari betaling.
Síðst vit sóu ommu var lítlajólaaftan, hon var við gott mót, gleddi seg til at fáa gás frá Júst á jólum, ikki tonktu vit tá, at hettar var seinastu ferðina vit sóðu ommu á lívi.
Langommubørnini Guðrun og Bjartur fara altíð at minnast eina góða langommu og allar pakkarnar, hon sendi til tey, tá ið vit búðu í Danmark. Altíð var omma so uppfinsom at pakka alt inn til tey, bundnar hosur, eitt oyra, bomm, cokoladafingrar, blábersuppu, toroproduktir, tað man ikki fekk keypt í Danmark. Guðrun spurdi ofta, eftir at vit vóru flutt uppaftur til Føroyar at búgva, hví omma ikki sendi pakkar meira. Eg veit, at Laila og Tanja eisini minnast aftur á hesar pakkarnar frá ommu í Føroyum.
Góða mamma (omma),
tú sum lívið gav mær,
afturkoma barndómsdagar ei,
men tey ljósu minni
eg fekk frá tær
vilja fylgja mær á lívsins leið.
----------
Turid