So tók eg eitt annað blað í hondina, har stríddist ein ungur granskari við menningarlæruna, hesin maður hevur roynt at læra okkum føroyingar at Bíblian er ikki Guds orð, men bert onkur orð, søgd um Gud.
Í einum triðja blaðið royndu nøkur fólk at siga frá sínum sjónarmiðum um gudloysi, og hví tað er neyðugt at hava eitt felag sum eitur Gudloysi.
Eg legði bløðini frá mær og setti meg at hugsa. Hvat fær ein ungan mann til at nýta sínar kreftur, sítt vit og skil upp á at royna at sáa iva um Gud og hansara orð? Er tað veruliga ein missión í tí, at fáa komandi ættarlið til at ivast um ein almáttugan Gud? Hvat skal setast í staðin? Hvat hevur felagið Gudloysi at bjóða, tá ið menniskjur koma í sálarneyð, ella um tey koma út fyri eina stóra sorg í livinum? Er tað betri at ganga í myrkri, enn at ganga í ljósi? Tað er óhugnaligt at hugsa um, at tað eru fólk sum vraka Gud, tí gudloysi er betur.
Vit sum trúgva á Gud, trúgva eisini at hann er skapari alheimsins, Danska skaldið Hans A. Brorson (1694-1764) var farin ein túr við syni sínum ein vakran summarmorgun, drongurin spurdi pápan, hvussu vit í veruleikanum kundu vita nakað um Gud, tí eingin hevði sæð hann. ”Jú,” segði Brorson ”hann sendi okkum Jesus, og hann segði okkum um Faðir sín, men hygg rundan um teg, so sært tú hansara skaparaverk, so kennir tú hansara nærveru.” Um kvøldið yrkti Brorson sálmin:
” Op al den ting, som Gud har gjort,
Hans herlighed at prise,
det mindste, han har skabt, er stort,
og kan Hans magt bevise.
Gik alle Konger frem på rad,
i deres magt og vælde,
de magted ej det mindste blad
at sætte på en nælde.”
”Gud er Gud, um land alt legðist oyði,
Gud er Gud, um menniskjan øll doyði,” sang norski presturin Petter Dass, og soleiðis er tað, líkamikið hvat í menniskjur finna uppá at siga ella skriva. Hví skulu vit trúgva meira uppá granskarnar, fyri tí um teir siga okkurt, vit vita jú hvussu ósamdir teir eru, ein pástendur eitt og annar eitt annað um sama evni, tað sigur bara hvussu ótrygt tað er at líta á menniskjans metingar. Jeremias 10.10 sigur:”Men Harrin er Gud av sonnum, Hann er livandi Gud og ævigur Kongur og vreiði Hansara fær jørðina at nøtra.”
Eg taki blaðið við greinini um Victor Danielsen aftur í hondina, og tað vekjur minni at lesa mangt av tí sum har verður skrivað. Eg minnist hann væl, hann varð giftur við fastir míni. Hann kom ofta til Søldarfirðar og hevði møti har, at sita og lurta eftir honum var nakað heilt serligt, hesin maðurin, sum langt frá var nøkur kempa á at líta, var ein kempa tá hann lat munnin upp. Við síni sterku, kláru rødd segði hann okkum frá Kristi kærleika og heitti á tey ungu um at taka henda boðskapin til sín. Vit elskaðu at lurta eftir honum, og vóru vit í Fuglafirði og hann ikki var á møti, so kendist tómrúmið ógvuliga stórt.
Hugsa sær til, hann gjørdi hetta valið sum ein ungur drongur, at hann skuldi boða øllum føroyingum gleðiboskapin um Jesus, hann ferðaðist um allar oyggjarnar og var í øllum bygdunum í landinum og talaði og sang. Um vit nú hugsa okkum til, at hann ikki hevði valt hetta, hvussu nógv ørðvísi hevði mangt kanska ikki verið, um hann í staðin hevði valt at sagt føroyingum, at Guds orð er tvætl, at tað eru bara nøkur væl saman sett orð um ein Gud, sum vit ikki kunnu líta okkum á og at gudloysi er tað einasta rætta.
Tað eru smá hundrað ár síðani Victor byrjaði sína tænastu, hvussu stóra signing tað hevur verið til og hvussu stóran ávøkst tað hevur borið, fáa vit eina ferð at vita. Tað kundi verið áhugavert at vita, hvussu nógv gott fer at spyrjast burturúr boðanini um, at Guds orð, bert eru tóm orð og einasta vónin hjá menniskjum er gudloysi.