Gudstænasta verður á Neshamri hvítusunnudag

Høvi verður eisini at vitja í gamla prestagarðinum á Nesi og í gomlu Nes kirkju, sum er bygd í 1843.

Í Nes prestagjaldi siga tey, at gudstænasta verður á Neshamri hvítusunnudag klokkan 11.

- Aftur í ár verður kallað saman til halgan fund á søguliga og hugnaliga Neshamri.

Lagt verður aftrat, at eftir gudstænastuna verður drekkamunnur at fáa.

Høvi verður eisini at vitja í gamla prestagarðinum á Nesi og í gomlu Nes kirkju, sum er bygd í 1843.

Veðrið má sær sjálvum ráða, plaga vit at siga.

Skuldi tað hent, at tað ikki viðrar hvítusunnudag at halda gudstænastu á Neshamri, verður hon í Nes kirkju ístaðin.

- Heitt verður á fólk um at hava egna sálmabók við - ella at taka niður sálmabókaappina á telefonina.

Í Nes prestagjaldi leggja tey aftrat, at øll sjálvsagt eru hjartaliga vælkomin til gudstænastuna.