Gudstænastan á ólavsøku er hátíðarlig og tignarlig

- Einaferð gjørdust vit ov sein at flyta okkum av Vaglinum, tá midnáttarsangurin byrjaði. Vit høvdu tá tveir barnavognar, har annar var tvíburavognur, sigur Kristian Martin Petersen.

- Tað er eitt gott sosialt og mentanarligt íkast at fara á ólavsøku, heldur Kristian Martin Petersen í Fuglafirði.

Fert tú á ólavsøku?

 

- Vit plaga at vera á ólavsøku annan dagin, og helst fara vit ein biltúr í ár eisini. 

 

Tað sigur Kristian Martin Petersen í Fuglafirði.

 

Hvussu heldur tú ólavsøku?

 

- Í nógv ár hava vinfólk boðið okkum í føðingardag og brunsj á miðdegi eftir gudstænastuna, og hetta hevur líkasum verið byrjanin á okkara ólavsøku. Haðani gongur leiðin oman í býin, og klára vit tveir ella tríggjar túrar oman og niðan eftir Áarvegnum - og at vitja eina matstovu móti kvøldi - so er okkara ólavsøka fullkomin.

 

Kristian Martin Petersen vísir á, at helst verður okkurt øðrvísi hesaferð, tí hann heldur ikki, at vinfólkini verða heima á ólavsøku. 

 

Midnáttarsangurin er eisini ein góð uppliving, heldur hann.

 

- Men, tá børnini vóru smá, bar tað ikki so væl til. Einaferð gjørdust vit ov sein at flyta okkum av Vaglinum. Vit høvdu tá tveir barnavognar, har annar var tvíburavognur, so tá var einki annað at gera enn at standa stillur, til sangurin var liðgur.

 

Kristian Martin Petersen leggur aftrat, at tað var trongt til henda midnáttarsang, men alt gekk væl kortini.   

 

- Vit steðga altíð á við eitt ella fleiri útimøti á ólavsøku, og ofta fara vit á møti í Meinigheitshúsinum eisini.

 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?

 

- Tað er hátíðarligt, at gudstænastan er á middegi. Hetta er vakurt, gott, sera tignarligt og sømir seg væl í okkara landi. Aftrat hesum er tað tann sosiali parturin, har vit hittast, og serliga hugnaligt er at hitta tey, vit sjáldan síggja. Hóast sosialir miðlar loyva okkum at fylgja hvørjum øðrum, so stendur tað ikki mát við at taka í hondina á vinum og kenningum, fáa eitt klemm – ella geva eitt klemm.

 

Kristian Martin Petersen vísir á, at hetta broytist ikki - sama, hvussu talgild vit enn gerast.

 

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?

 

- Ólavsøkan er ein fjølbroyttur táttur í okkara mentan, og vit velja tað, sum passar best til okkum. So, alt í alt haldi eg, at tað er eitt gott sosialt og mentanarligt íkast at fara á ólavsøku, sigur Kristian Martin Petersen í Fuglafirði.

 

 

- Tað er eitt gott sosialt og mentanarligt íkast at fara á ólavsøku, heldur Kristian Martin Petersen í Fuglafirði.