Orfeus: Næsta klassiska konsertin í Orfeus-røðini verður 1. apríl, tá ið Monica Stauss Joensen og Ólavur Jakobsen fara at spæla verk fyri ávikavist fiól og guitar.
Hendan Orfeus konsertin verður merkt av italskum tónum og verk verða leikt eftir m.a. Tartini, Giuliani og Paganini, ið bæði var frálíkur guitar- og fiólleikari.
Umframt italska tónleikin, eru eisini smærri verk á skránni. Tónleikur eftir Villa-Lobos úr Brasilia, Czardas úr Ungarn, og skemtiligur og lættur tónleikur eftir William Kroll, verður at hoyra.
Monika og Ólavur fara eisini at framføra hvør sítt soloverk á ávikavist violin og guitar. Monika leikar verk skrivað til hennara av amerikumanninum Frédéric Balazc, meðan Ólavur vendir sær til italska úrmælingin Mauro Giuliani, og framførir eitt av hansara tórførastu verkum.
Konsertin verður í Klingruni 1. apríl klokkan 20.