Erling Kølner Jensen, kendur sum guitarleikari i danska bólkinum Cartoons, doyði í gjár. Hann var 50 ára gamal.
Hann andaðist eftir at hava verið sjúkur í longri tíð.
Litríka leiðin hjá Cartoons byrjaði í 1999, tá tey gjørdust kend við løgum sum Witch Doctor og DooDah. Útgávur hjá bólkinum vóru seldar í meria einn 2 milliónum eintøkum, og telist Cartoons millum donsku bólkarnar, ið hava selt flest eintøk.
Í fjør fann bólkurin saman aftur til tiltakið Vi Elsker 90’erne.
Í 2016 andaðist ein annar limur í bólkinum; Karina Jensen, ið doyði av krabbasjúku.
Á myndini sæst Erling K. Jensen við stóra reyða hárinum.