Harald Nielsen verður roknaður sum ein av bestu donsku fótbóltsleikarunum nakrantíð. 14 ára gamal leikti hann sín fyrsta unglinga landsdyst, og árið eftir leikti hann sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá Frederikshavn, 15 ára gamal.
17 ára gamal leikti hann so sín fyrsta A-landsdyst, sum var móti Noregi í Oslo. Danmark vann 4-2 og ungi Nielsen skoraði eitt av málunum.
Harald Nielsen er føddur 26. oktober 1941, og í 1961 ? 19 ára gamal ? fekk hann sáttmála við italska felagið, Bologna.
Hetta gjørdist til 10 ár í Italia. Í 1967 skifti hann til Inter Milan fyri 2,5 milliónir krónur og gjørdist harvið dýrasti fótbóltsleikari í heiminum. Eftir hetta leikti hann við Napoli áðrenn italska ævintýrið endaði í Sampdoria.
Tað var sjálvur Frantz Beckenbauer, ið handaði Harald Nielsen steyp í sambandi við at hann varð upptikin í Hall of Fame.
Eisini ein annar og fyri nútíðina meiri kendur fótbóltsleikari, Preben Elkjær, fekk somuleiðis pláss í Hall of Fame.