Gull og silvur til Bjørk

Leygardagin rann Bjørk í finaluni á 3.000 metra-teininum, og her gjørdi gentan úr Bragdinum eitt veruligt bragd. Hon brúkti 10.22,57 minuttir uppá teir 3.000 metrarnar, og var tað nóg mikið til at vinna gull. Bjørk rann taktiskt klókt, var ikki í fremstu røð í byrjanini, men át seg so spakuliga inn á førarafeltið, og ímóti endanum hevði hon lagt seg á odda í feltinum. Fyrst komin á fremsta plássið slepti Bjørk ikki endanum, og rann seg til tað stóru gullmedaljuna. Silvurvinnarin Marie Munk Jacobsen úr Aarhus 1900 var meir enn fimm sekund aftanfyri Bjørk. Tíðin hjá henni var 10.27,68. Eitt langt lop var niður til bronsuvinnaran Cecilie H. Christensen úr Balllerup AK, hon hevði tíðina 11.07,81.

Sunnudagin eydnaðist tað tó Marie Munk Jacobsen at fáa býtt um uppá leiklutirnar. Tá var finalan á 1.500 metra teininum. Marie Munk Jacobsen kláraði akkurát at spleysa Bjørk av við 5 hundraðpørtum av einum sekundi. Vinnaratíðin gjørdist 4.59,23 minuttir. Bjørk vann silvur við bara 5 hundraðpørtum av einum sekundi aftanfyri Mariu Munk Jacobsen. So nær, so nær. Fimm hundraðpartar er ikki nógv, men í eliturenning ógvuliga avgerandi. Ergiligt, men vit mugu øll kortini lyfta hattin av fyri Bjørk Herup Olsen, sum vit uttan iva fara at hoyra nógv til.