07 Vestur hevur tíðliga seinnapartin tryggjað sær gull í 1. deild. Vágamenn vunnu 6-1 í Gundadali ímóti HB. Eftir 1. hálvleik var støðan 2-0. Jens Erik Rasmussen skoraði bæði málini í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki skoraðu Jovan Panic tvey mál, og Andrzej Stretowicz og og Tór-Ingar Akselsen skoraðu hvør sítt.
Almenn móttøka verður í SÍF húsinum í Sandavági millum klokkan 17 og 19.
Í Runavík vann NSÍ 3-2 á Víkingi, og á Svangaskarði vann AB 2-0 á B68. Argjamenn eru á veg suður aftur á Argir við silvurkrónunum og uppflytingini, sum teir vunnu fyri einari viku síðani.