Gullbrandur mundi snýtt Ørvin

Kappróður 8-mannafør: Ørvur vardi heiðurin hjá Havnar Róðrarfelag, og argjamenn mistu enn eina ferð triðja FM heitið á rað

Mest spennandi telvingin í ólavsøkukappróðrinum stóð millum grannabátarnar Argjabátin og Ørv. Hesir vóru báðir við til at mynda róðurin, men teir, sum góvu róðrinum eina eyka dimensión, vóru vestmenningar, sum í fjør snýttu FM vinnararnar av Argjum fyri sigurin á ólavsøku.

Undan ólavsøku varð tað tosað ikki so lítið um, at tað var ikki óhugsandi, at teir umborð á Gullbrandi fóru at gera ein vørr. Á hinum stevnunum hevur tað víst seg, at teir hava verið ov ódrúgvir á 1500 metra málinum, men vestmenningar hava ofta roynst væl á ólavsøku, teir hava drúgvar royndir í at rógva og kappast, og tí var tað ein opin spurningur, hvat teir fóru at megna á eitt túsund metrum.

At kappingin var hørð og spennandi var sjón fyri søgn á startmálinum. Ørvur leyp avstað, Argjabáturin, sum á startmálinum hevði stóran stuðul frá áskoðarunum uttan fyri Sandá, fylgdi væl við, men so var tað, at Gullbrandur blandaði seg uppí.

Vestmenningar vóru púra javnir við Ørvin, tá teir komu á Molan, og so gekk ikki, sum tað kanska kundi roknast við. Umborð á Gullbrandi høvdu teir nógvar kreftir og eina løtu gekk teirra bátur frá Ørvi. Men í síðsta enda vístu teir umborð á Ørvi, at teir vóru teir treystastu, og harvið var einasti sigurin til Havnar Róðrarfelag fingin til høldar. Munurin aftur til Gullbrand var ikki meiri enn ein hálv bátslongd, og tað slitnaði ikki sundur aftur til Argjabátin.

Argjamenn vóru sjálvandi vónbrotnir. Teir vunnu FM í 1991 og í 1992, men í 1993 kiksaði tað. Teir vunnu FM í 1994 og í 1995, men í 1996 kiksaði tað aftur, og teir vunnu FM í 1997 og í 1998, men í ár miseydnaðist tað enn eina ferð.

Ólavsøkusigurin hjá Ørvi var tann fyrsti síðani 1991, og vit skulu heilt aftur til 1987 fyri at finna síðsta FM heitið hjá Ørvi.