Føroyski U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF eru nú partur av uppflytingarstríðnum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Sandnes ULF vann í dag á heimavølli 1-0 á gamla stórliðnum, Start Kristiansand. Sigursmálið var eitt sjálvmál verjan hjá Kristiansand gjørdi tá 27 minuttir vóru farnir av dystinum.
Gullbrandur var á vøllinum í 89 minuttir áðrenn hann heilt móti dystarenda var skiftur út.
Sandnes er nú nummar sjey í deildini við 34 stigum. Teir eru eitt stig frá sætta plássinum, har Kristiansund hevur 35 stig. Liðini sum enda millum nummar trý og seks spæla Play Off dystir um rættin at flyta upp í bestu deildina, so Gullbrandur og liðfelagarnir eru sostatt nú partur av uppflytingarstríðnum.
Komandi leygardag spælir Sandnes móti Skeid Oslo á útivølli.
Lítið er at ivast í, at Gullbrandur mánadagin fyrrapartin verður millum teir kosnu á tíðindafundinum hjá FSF, tá U21-landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein kunnger sín hóp til dystin móti Andorra á útivølli týsdagin, 17. oktober.