Hvussu nógv skal landskassin hava burtur úr fiskivinnuni í Føroyum? Hetta er ein spurningur, sum kjak verður um í sending hjá Óla Breckmann á Rás2 klokkan 16 í dag. Teir sum fara at kjast um spurningin, eru Kári Petersen, búskaparfrøðingur, Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip, og Jacob Vestergaard, landstýrismaður. Í upplegginum til kjakið leggur Óli Breckmann ikki fingrarnar ímillum.
Hann staðfestir, at okkara fiskimenn hava við sínum strevi á sjónum í áratíggju staðfest fiskiríkidømið kring Føroyar. - Teir og eingin annar hava prógvað og lagt grundarlagið undir Føroya lands krøv móti umheiminum til okkara rætt til hetta fiskiríkidømi. - Fiskivinnan, serliga uppsjóvarflotin, trolararnir í Barentshavinum og alivinnan, hava brádliga fingið eitt virði, sum áhugabólkar uppi á landi, serliga innan tað almenna, krevja, skal býtast á skinninum, so landskassin fær størsta lutin burturúr.
- Kravið er, at uppsjóvar- og alivinnan, umframt flotin í Barentshavi, verða mergsogin fyri fíggjaravlop áðrenn tað er staðfest, og missa sostatt møguleikan fyri møguleikan at endurnýggja vinnutólini, Føroyar skulu liva av frameftir.
- Uppsjóvar- og alivinnan eru hønurnar, ið verpa gullegg. Øll vilja eiga sín lut í hesum gulleggum, bara tí tey eru partur av Føroya fólki, sum hevur ognarrætt til fiskatilfeingið - uttan annars at rætta hond frá síðu til at røkja ella hava ábyrgd av hesi ogn, heldur Óli Beckmann. - Nógvir revar eru so naskir við hesa hønu, sum verpur gulleggini, at teir vilja skræða hana sundur fyri at fáa fatur á gulleggunum.
- Føroyskir akademikarar, serliga búskaparfrøðingar, áhugabólkar, fjølmiðlafólk og vinstrahallir politikarar, sum annars ikki kundu droymt um at farið út, gjørt seg vát, skitin og køld fyri at fiska uppsjóvarfisk sjálvir og enn minni at váða eina krónu av sínum egnu pengum í eitt skip, væta øvundargóman á føroyingum eftir gulleggum, sigur hann.
- Nógv boð eru uppá, hvussu nógv gullegg, hønan kann verpa niður í landskassan til almenna nýtslu, altso til atkvøðukeyp. - Eitt boð er 200 milliónir krónur, eitt annað boð er 500 milliónir krónur og summi siga enntá enn meiri. Summi rópa seg upp á Marknaðarkreftir og onkur tosar um uppboðssølu. Á hinari síðuni føla teir, sum sita við fiskiloyvunum, skipum og virkjum, seg illa og hótta við at selja bæði skip og loyvi til útlendingar, sigur Óli Breckmann. Og soleiðis er lagt upp til eitt lívligt kjak á Rás2 klokkan 16 í dag. |