Jóannes Hansen
Tað var gamalt í Føroyum at eingin skuldi sita kaldur á jólum, og ti varð nógv lagt fyri at fáa jólatorvið til høldar.
Heilt fram til eftir krígslok var tað vanligt á bygd og onkra staðni helt siðurin sær væl longri enn so, at bera jólatorv. Skúladreingir høvdu tað til fragd at kappast um, hvussu ofta teir kundu fara eftir torvi, áðrenn teir fóru í skúla. Sjálvandi valdaðist tað, hvussu høgligt tað var at ganga, men tað kom meiri enn so fyri, at teir bóru tríggjar leypar til hús, áðrenn teir fóru inn klokkan níggju.
Teir innføddu yanoamiindianararnir her í Amazonøkinum í Venezuela hildu ikki jól, og tað vil siga, at einasta jólahaldið her í Parima var tad føroyska - burtursæð frá á hernaðarstøðini niðri við hin endan á heimagjørda flogvøllinum. Har vistu hermenninir, sum eru ættaðir úr meiri siviliseraðu pørtunum av landinum, at tað vóru jól, og teir hava helst etið hallaca, sum er jólarætturin í Venezuela. Hetta er rættur, sum er kókaður í bananbløðum, og sum inniheldur maismjøl, kjøt av ymsum slagi, egg, rosinur, oliven og mangt annað. Tveir dagar fyri jól, tá ovastin fyri venezuelsku hermegina í Amazon økinum vitjaði sínar undirsáttar, fóru vit oman at heilsa uppá, og hann var so blíður, at hann setti okkum til háborðs saman við familjuni hjá sær, ið var við honum og hugdi seg um, og tá fingu vit henda serliga venezuelska rættin.
Konufólkini stríðast
og menninir spæla
Tað er ikki ókent, at teir innføddu í myrkrinum fara at veiða í áum og at fanga froskar og annað smátt at eta, men tað er mest vanligt, at teir leggja seg í heingikoyggjurnar, tá tað er vorðið myrkt, og tað vil siga, at teir vóru niðurfarnir, tá vit ótu jólakalkun og pakkaðu jólagávur út. Jólamorgun var ikki øðrvísi enn aðrir morgnar. Tað verður ljóst eftir einari lítlari løtu, og longu í lýsingini fóru tvey konufólk framvið við stórum og rokaðum kurvum av pinnabrenni á nakkanum. Tey høvdu ikki syrgt fyri jólabrenninum, men tað er eisini munur á veðurlagnum á jólum her og so heima í Føroyum.
Tað hevði verið at tikið í so rívan til at sagt, at menninir bara taka sær av løttum, men tað er ein sannroynd, at tað er luturin hjá konufólkunum at stríðast. Konufolkini eiga børn annað hvørt ár, frá tí at tær verða tiknar til konu - tá eru tær ofta ikki meiri enn tólv til fimtan ára gamlar - og tær arbeiða nógv. Tá tær fara út at høgga pinnabrenni, tá tær arbeiða í urtagørðunum, og tá tær t.d. fara út í áirnar at royna eftir rækjum og skeljum av ymsum slagi, so hava tær altið eitt ella fleiri børn við sær, og ofta eru tær tvær ella tríggjar í felag. Nú ein dagin spurdu vit eina, sum vit møttu við kurv fullari av pinnabrenni á bakinum, hvar maðurin var. Jú, hann var saman við hinum monnunum í bygdini farin til eina aðra bygd at spæla fótbólt! Hetta minti á lívið hjá stórum smádreingjum í Klaksvík fram til miðskeiðis í sekstiárunum, áðrenn fótbólturin hjá teimum smáu varð skipaður so væl, sum hann er tað nú. Tá spældu býlingarnir móti hvørjum oðrum, men hetta var dreingjaspæl og ikki nakað, sum menninir gjørdu. Teirra uppgáva var at syrgja fyri at fáa til lívsins uppihald hjá børnunum og konunum, sum næstan uttan undantak vóru heima og ansaðu børnunum.
Tey gera ikki so litið við at íðka ítrótt. Myndugleikarnir royna á ymiskan hátt at bøta um livikorini og eisini at syrgja fyri, at tey hava annað at taka sær til enn tað, sum skal til fyri at yvirliva. Hesi seinastu árini hava myndugleikarnir sent onkrar inn higar at læra teir innføddu bóltspøl. Tað er javnan, at vit siggja tey spæla flogbólt og fótbólt. Fatanin av týdninginum, sum liðavrikið hevur bæði í fótbólti og flogbólti tykist ikki vera so stór, men tey ganga upp í tað við lív og sál. Bóltarnir eru ikki altið sovornir, sum høvdu verið góðkendir av UEFA og FIFA, men tað bilar minni. Búnin, sum tey íðka ítrótt í, er tann sami, sum tey eru í gerandis og heilagt - tað vil i mesta lagi siga reyðar stuttar buksur, sum myndugleikarnir hava givið teimum. Tá tey spæla flogbólt luttaka konufólk og mannfólk hvørt um annað, men tá tey spæla fótbólt, eru tað bara dreingir og menn, sum eru uppií. Um konufólk eru til staðar, so sita tey og hyggja at. Kanska fylgja tey við, og kanska undrast tey sum vit onnur á, hvussu tað kann bera til hjá mannfólkunum, ið tykjast hava góða kondi, at sparka við ongum á fótunum, og ofta sparka teir við tánni, men tað er so eiðasørt, at teir fáa ilt!
Gullgravararnir
Omanfyri varð nevnt um hernaðarstoðina, sum er bara ein góðan kilometur hiðani. Tað eru bara átta ár síðani, at myndugleikarnir avgjørdu, at ein hernaðarstøð skuldi vera her í økinum. Orsøkin var, at ferðslan úr Brasilien og um markið, sum er í frumskóginum einar fimtan kilometrar vestanfyri okkum, øktist so nógv. Orsøkin var, at áhugin fyri at leita eftir gulli framvið áunum (vatnið verður brúkt at spula við) vaks, og ikki so fáir gullgravarar eru komnir og sigast framvegis koma um markið og grava eftir gulli.
Tey flestu munnu hava hoyrt um gullgravararnar, sum hava roynt seg í Amerika, og tað er einki at liggja omana, at tað er sjáldan fyri tað góða, at teir eru kendir. Og soleiðis hava yanomamiindianararnir, sum eru komnir í samband við gullgravararnar, eisini kent tað í hesum førinum. Harðskapurin er stórur, og árinið hevur millum annað verið, at áður ókendar sjúkur hava tikið seg upp, og tá sovorðið fyrst hevur fingið høvdið fyri seg, so er torført at sleppa av við tað. Tapararnir vera í øllum førum teir innføddu, sum hvørki hava førleika ella innlit til at verja seg móti slíkum.
Tað ganga ymsar søgur um, hvussu viðurskiftini hjá gullgravarum eru, og hvussu teir verða løntir. Sum í so mongum øðrum førum, so eru tað ikki teir, ið gera arbeiðið, sum fáa størsta ágóðan, men heldur eru tað aðrir, sum leggja til rættis og spinna gull! Tað gera teir við at syrgja fyri øllum veitingum, ið gravararnir halda seg hava brúk fyri. Eitt nú tyrluflúgving, mati, sigarettum, rúsdrekka og øðrum rúsandi evnum, skøkjum og so víðari. Tað skal rindast i reinum gulli fyri hetta, og so kann tað so skjótt henda seg, at teir, sum levera vøruna, koma at standa í skuld til teirra, sum hava ábyrgdina fyri veitingunum. Men um myndugleikarnir i Venezuela koma fram á ólógligu gullgravararnar, so eru tað teir, sum í orðsins sanna týdningi standa fyri skotunum. Teir, sum spinna gullið, fer eingin eftir, ti teir hava einki gjørt!
Hernaðarstøðin
Hvussu nógv teir á hernaðarstøðini gera við ólógligu gullgravingina og gullgravararnar, sum koma ólógliga um markið úr velduga grannalandinum fyri sunnan, er ivasamt. Indianararnir reika nógv um í skógunum, og teir eru væl kunnaðir um, hvat gongur fyri seg. Teir boða hernaðarstøðini frá, tá gullgravararnir eru her, og vit hava frætt, at tað hava teir eisini gjørt, meðan vit hava verið her, men okkum kunnugt, so eru fá ella rættari sagt eingi stig tikin at steðga ólógliga virkseminum.
Og verður nakað gjørt, so verður farið so ógvusliga fram, at tiltakið frammanundan er dømt at miseydnast. Í staðin fyri at senda einar tjúgu væl vandar og vápnaðar hermenn avstað saman við staðkendum indianarum - eftir at hava havt teir sum vegvísarar mugu vit ásanna, at teir eru eins væl kendir í tætta frumskóginum, sum vit onnur eru í túnunum heima í Føroyum - so verða myndugleikarnir í sivilisatiónini tilkallaðir. Fyrsta stigið er at senda fólk avstað umborð á tyrlum fyri at kanna, um nú nakað er í tíðindunum, sum indianararnir hava borið. Hetta ger, at gullgravararnir verða væl og virðiliga varskógvaðir um, at nú er vandi á ferð, og so syrgja teir sjálvandi fyri at pakka saman og sleppa sær burtur ella bara at krógva seg, áðrenn myndugleikarnir hava møguleika at vera á kroppinum á teimum. Hvi myndugleikarnir bera seg so klossut at, kunnu vit bara gita um. Men tað er einki loyndarmál, at mutrið er stórt í hesum partinum av heiminum, og tað skuldi ikki undrað, um onkrir teirra, sum hava ábyrgd her á leið, kenna onkran, sum stendur aftanfyri gullgravararnar.
Tá generalurin vitjaði dagin fyri tollaksmessudag var tað ikki fyrsta ferðin, hann var her, og tá Simin og Dania í Túni áður hava heilsað uppá hann, fóru vit ein túr oman, eftir at ísraelskt bygda flogfarið av Araba merkinum hevði lent, og generalurin hevði fingið tað frá hondini, sum hann var komin til. Tað sást á øllum brøgdum, at honum dámdi væl vitjanina av hvítu fólkunum. Vit vórðu sett til borðs á einum yvirdekkaðum palli. Umframt okkum føroyingarnar vóru tað generalurin, kona og dóttur hansara, beiggi hansara og sonurin, ein annar gestur, sum var við í flúgvaranum, og so ein av innføddu konufólkunum, sum so at siga var sett til háborðs saman við generalinum og hansara gestum og át hallaca. So mugu vit bara vóna, at tað var nóg mikið til av hesi serligu venezuelsku jólamáltíðini, soleiðis at hermenninir eisini vórðu leskaðir á jólum.
Generalurin gekk saman við teimum, ið vóru við honum, nidan eftir flogvøllinum saman við okkum, og tey hugdu inn á gólvið, áðrenn tey flugu víðari. Ætlanin var, at 25 hermenn skuldu fara við flogfarinum og til hús at halda jól, men so vísti tað seg, at tað bara var pláss fyri tíggju. At onkrir vóru í ringum skørum og vónbrotnir var einki at undrast á.
Vit siggja ikki nógv til hermenninar. Onkuntið koma teir niðan fyri at faa hjálp við einum ella øðrum, sum er vorðið í ólagi (nú ein dagin var tað ljósmotorurin, og tá segði Simin teimum, at har var eingin olja!), og onkuntíð hoyra vit buldur frá onkrari skotvenjing. Tá vit komu inn í flogfarinum, sum umframt flogskiparanum bara rúmar fimm ferðafólkum, tók ein hermaður ímóti og skrásetti okkum.
Tá flogfarið lætti henda dagin undan jólum, var tað annars merkisvert at siggja bæði flogførini av hesum ísraelska slagnum, sum venezuelarar í síni tíð keyptu. Hitt flogfarið er vrak og liggur í einari mýru sunnanfyri flogvøllin. Í apríl í fjør var vaktarskifti á hernaðarstøðini. Hermenninir mundu kenna seg lættar, tá teir skuldu sleppa burtur úr isolatiónini her, men tað var um reppið, at tað endaði heilt galið. Tá flogfarið skuldi lætta, orkaði tad ikki, og so fór tað sendandi út í mýruna. Tíbetur var eingin fólkaskaði, men flogfarið var vrak.
Daglønarmenninir lúra
Tað hevur ofta verið funnist at trúboðarafelagsskapum, og ivaleyst ofta av røttum, at uttan mun til hvørji málini við arbeiðnum hjá teimum hava verið, so hevur úrslitið verið, at teir innføddu hava gjørt tað til livibreyð at halla seg at fremmandafólkunum og harvið hava teir mist sína egnu framleiðslu og sín egna samleika burtur.
Tað er heilt sjónskt, at medvitið at sleppa undan hesi ohepnu avleiðingini er stórt hjá Simini í Túni og teimum. Tá teir komu higar, var eingin annar her, og teir tóku ábygdina á seg fyri skula, heilsurøkt og handilsskapi. Nú arbeiða teir mest sum bara við kristniboðanini. Gera teir nakað annað, so er tað mest sum av neyð. Myndugleikarnir taka sær av heilsurøktini, og skúlar og handlar eru kring í økinum. Tað vil siga, at í staðin fyri at taka burtur av lokalsamfelagnum, so styrkir skúlin og handilin um tað livid, sum er frammanundan. Onkuntíð biðja føroyingarnir teir innføddu um at arbeiða fyri seg, sum t.d. í næstsíðstu viku, tá partar av vatnleiðingini, sum føroyingarnir fyri tiggju árum síðani løgdu, varð skiftur út. Men tað verður ansað væl eftir, at tað ikki altíð eru teir somu, sum verða bidnir at arbeiða.
Tað er týðuligt, at hernaðarstøðin og myndugleikarnir annars hava ikki serliga stórt medvit, hvat hesum viðvíkur. Eitt er, at avfalsplássið hjá teimum hevur verið orsøk til, at fleiri sløg av smakyktum, ið ikki áður hava verið her (veðurlagið ger, at tað er litið av sovornum), nú trívast her og plaga fólkið. Men uppaftur óhepnari er tað, at teir innføddu hava lyndi til at sleppa sínari dagligu tilveru og ganga og mala rundanum hernaðarstøðina og vóna og vænta, at teir verða bidnir til arbeiðis og harvið kunnu vinna pening at keypa sær eina dós av sardinum fyri. Tann dagin, tá generalurin var her, stóðu einir tvey hundrað indianarar uttanfyri gyrðingina, og teir fingu allir eina dós av sardinum i part.
Av og á stingst tað upp á myndugleikarnar at vera serliga gávumildir við hetta øki, og tað er ikki altíð, at gagnið er so stórt. Í sambandi við forsetavalið og valið av lokalum myndugleika, sum var fyrst í hesum mánaðinum, fingu teir her á staðnum eina rúgvu. Málið var, at teir gott og væl tvey hundrað indianararnir, sum fyri fyrstu ferð kundu atkvøða, skuldu atkvøða fyri ávísum valevnum, og tad gjørdu teir eisini - ti syrgdi makiritari indianarin, sum verður umrøddur niðanfyri - men um maskinurnar, sum indianararnir fingu afturfyri, fara at vera til serligt gagn, er meiri ivasamt.
Makiritari indianararnir eru samfelagsliga meiri mentir, enn yanomani indianararnir eru. Ein av hesum slagnum er her. Hann er sendur inn til ættarbólkin, sum vit vitja, at vera sjúkrarøktari, og hann hevur handil, og gongdin er tann, at hann gerst umboð fyri alt handa slag, sum hevur áhuga í at koma inn higar. Hann er gløggur, og konan og hann duga væl at leggja til rættis. Tey hava stóran og blómandi urtagarð, og tey hava brúk fyri hjálp. Teir innføddu her í økinum vilja fegnir vinna pengar - ein dagløn er tvey túsund bolivar ella góðar tjúgu krónur - og fyri tað kunnu teir keypa einar fýra dósir av sardinum. Men sita teir innføddu uttanfyri hjá handilsmanninum, sum í sínum lagi ivaleyst heldur seg gera eina góða ger, at hann skaffar arbeiði, so hava teir ikki tíð til tað, teir higartil hava livað av, og harvið gerast teir daglønarmenn, og vit kunnu kanska siga eitt slag av trælum. Hvørki teir sjálvir, ella arbeiðsgevarin ella ?trælahaldarin? eru greiðir yvir hesa gongdina. Men fyri uttanfyri standandi er hetta eyðsýnt, og óhepnu avleiðingarnar daga klárt í havsbrúnni.
Komandi leygardag halda vit fram við hugleiðingum úr frumskóginum í Venezuela. Fyrst partur var í blaðnum tollaksmessudag, 23. desember.