Gullið er í Sarpugerði

Møguleiki er hjá Víkingi seinnapartin at taka stórt fet fram ímóti fyrsta FM heitinum nakrantíð

Í átta ár hava tey droymt um FM gull í Sarpugerði. Fyri tveimum vikum síðani breiddi gulldeymurin seg, tá ið tað eydnaðist at vinna 1-0 á TB, meðan KÍ einki stig vann á Argjum.

-Klaksvíkingar hava framvegis møguleika at vinna FM, men nú mugu vit ásanna, at tað er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu vinna gull ella ikki. Avbjóðingarnar hjá okkum eru torførari, enn tær eru hjá KÍ, men nú eru vit fokuseraðir á avbjóðingini ímóti B36, sum verður stór, men vit rokna við, at tað fer at eydnast, sigur Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen.

Hans Jørgen Djurhuus er leikbannaður, og Magnus Jarnskor er so mikið illa skaddur, at hann verður ikki við aftur í ár.

 

Víkingur hevur havt takið á B36 higartil í ár. Í Sarpugerði skoraði Philip Djordjevic einsamalla málið longu í sætta minutti. Ólavsøkudag vóru teir í B36 ógvuliga vónbrotnir, tá ið Víkingur fór úr Gundadali við 2-0 sigri. Tá skoraði Philip Djordjevic enn einaferð – seks minuttir eftir steðgin – og so var Hørður Askham óheppin at beina bóltin í egið mál.

Síðani á ólavsøku hevur Víkingur vunnið seks dystir og tapt ein – ímóti KÍ – og B36 hevur vunnið fimm dystir og spælt tveir javnar – 2-2 ímóti HB og KÍ.

 

 

-Vit hava havt fínar venjingar í hesi vikuni. Hóast FM er gloppið okkum av hondum, so kennist sjálvsálitið og svongdin eftir at vinna at vera stór. Víkingur hevur argað okkum higartil í ár, og vit fara eftir at vinna báðar dystirnar, sum eru eftir at spæla, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.

Alex Mellemgaard er skaddur í lærkrikanum, og tað er ivasamt, um Jógvan Skeel Nolsøe og Høgni Eysturoy eru førir fyri at spæla. Teir eru skaðadarvaðir.

 

 

Umframt ímóti Víkingi skal B36 spæla á heimavølli ímóti TB.