Tað er ikki ein spurningur, um KÍ kvinnurnar verða meistarar, men heldur nær tær fara endaliga at tryggja sær FM heitið.
Trý umfør eru eftir, og í dag hevur KÍ fyrsta møguleikan at tryggja sær meistaraskapin, tá ið argastu kappingarneytarnir av Argjum koma norður. Hetta er fimta týdningarmikla uppgerðin millum hesi bæði liðini í ár. Í landskappingini hava úrslitini verið 1-1 og 2-1 til KÍ á Argjum og 5-3 til KÍ í Klaksvík. Steypafinaluna vann KÍ 1-0.
19. umfar
Sunnudagin 25. september
KÍ-AB: Kári J. Á Høvdanum kl. 12.30
Skála-B36: Elsa Andreasen kl. 16.00
HB-Víkingur: Dánjal M. Joensen kl. 16.30
Støðan
KÍ 49
AB 41
B36 24
Víkingur 17
Skála 11
HB 5